Síðani Løgmaður á tíðindafundi hósdagin í síðstu viku boðaði frá, at Føroyar nú skulu niður í ferð fyri at fyribyrgja, at koronasmittan ovbyrðar heilsuverkið, hevur Kringvarp Føroya, millum annað sum liður í tilbúgvingini, tikið eitt stórt tak við fleiri eyka tíðindasendingum og tilfari á øllum pallum. Semja tykist vera um, at toymini í Kringvarpinum hava megnað at savnað saman Føroya fólk í eini krepputíð, tá kunning kann verða lívsneyðug.
Serliga er tað stjørnan á skíggjanum í høvuðstíðindasendingini hjá sjónvarpinum, John Johannessen, sum hevur fingið rósandi orð úr øllum heraðshornum.
Á sosialu miðlunum, á bloggum og millum manna verður fólksligi verturin kallaður tann nýggi føroyski Mr. News.
Spurdur um, hvussu tíðin í sjónvarpinum hevur verið hesa vikuna, síðani landið fór niður í ferð, sigur hann lítillátin, at hann bara hevur gjørt tað, sum hann er settur í starv til at gera.
– Eg geri bara mítt arbeiði. Og tað, sum eg haldi er umráðandi við einum starvi sum hesum er at minnast til, at vit bert eru til fyri hyggjaran, staðfestir hann.
Og soleiðis ber eisini til at orða tað, tá ið ein stendur frammanfyri eini tjóð, har hvør sum ein hava eyguni vend sama veg. Røddirnar, sum í almenna rúminum hava rópað hart við hvøssum kritikki mótvegis public service stovni okkara eru ikki líka hvassar um dagarnar, og í almenna rúminum eru fleiri rósur enn vanligt.
Les alla samføðuna við John Johannessen í Vikuskifits Sosialinum, ið er at fáa í sølubúðum kring landið ella í talgildari útgávu her