John Howard frá sum floksformaður

Eftir ósigurin á valinum seinasta leygardag hevur liberali flokkurin í Avstralia fingið nýggjan formann Nýggjur formaður í liberala flokkinum er Brendan Nelson, sum var verjumálaráðharri í seinastu stjórnini.

Tá liberali flokkurin tapti tjóðartingsvalið seinasta leygardag, segði John Howard, sum tá var floksformaður og forsætisráðharri, at hann fór frá.

Sjálvur mælti John Howard flokkinum til at velja fyrrverandi fíggjarmálaráðharran, Costello, til nýggjan formann. Men Costello svaraði, at hann var ikki sinnaður at taka við sum formaður í einum flokki, sum veljararnir júst høvdu vrakað.