John Johannessen,
www.john.fo
Tvær góðar máltíðir saman við einum viðfáningi av donsku umboðunum í 21-mannanevndini viðvíkjandi Føroyum, har folketingsmedlem Høgni Karsten Hoydal og folketingsmedlem Anfinn Kallsberg taldu triðingin av teimum uppmøttu í den danske delegation.
Harumframt ein lítil óformellur ábitsfundur við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, saman við donsku umboðunum, Piu Larsen, Ola Stavad, Høgna Karsten Hoydal og Anfinni Kallsberg.
Hetta er í fjølmiðlunum sett fram sum ein stórur samráðingarfundur, har danir fullkomiliga hava sett okkum stólin fyri hurðina enntá á fleiri økjum. Sambært fjølmiðlunum hava teir:
1.Við uttanríkispolitisku heimildarlógini í hondini sýtt okkum at gerast limir í norðurlendska ráðharraráðnum.
2.Avlýst allan møguleika fyri einum EFTA limaskapi.
3.Skuldsett løgmann fyri at renna ørindi fyri uttanríkisráðið og fjala upplýsingar fyri uttanlandsnevndini.
Spunnar søgur
Tað er rættiliga ørkymlandi fyri ikki at siga skelkandi at koma heim aftur frá hesi lítlu døgurðavitjanini og hoyra hesi stórtíðindi. Vóru søgurnar sannar, so mugu vit staðfesta, at Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg hava rættiliga stórt vald. Tí so lítil var danski áhugin fyri vitjanini, at Høgni og Anfinn donsku megin borðið í fleiri førðum nærum áttu meirilutan hesar báðar dagarnar.
Tað er rætt, at eitt vet av kolonihugburði bleiv førdur fram yvir borðið. Men ikki so nógv um fyrr nevndu viðurskifti. Eg var sjálvur fyrstur at mótmæla, tá forkvinnan í donsku nevndini vildi hava at vita, hví vit hava tikið stig til okkara egna menningarpolitikk í samstarvi við onnur lond enn Danmark. Hetta er eitt mál, sum eitt samt løgting hevur sett sær fyri, og tí hava danir ikki rætt til at finnast at hesum á nakran hátt. Men løgi kortini, at formaðurin í uttanlandsnevndini beinanvegin tók orðini til sín sambært grein í Dimmalætting, har hann ynskir, at vit fylgja ráðunum frá Piu Larsen.
Harhoff og heimildin
Viðvíkjandi uttanríkispolitisku heimildarlógini er tað rætt, at vit fingu sendandi eitt bræv frá folkarættarserfrøðinginum, Frederik Harhoff, har hann umtalar møguleikan fyri limaskapi í norðurlendska ráðharraráðnum. Harhoff sigur, at vit helst ikki kunnu brúka heimildarlógina til at vinna okkum limaskap og vísir til grein 19 í grundlógini, um at ríkið ikki kann verða umboðað av bæði Danmark og Føroyum í sama altjóða felagsskapi.
Men hetta merkir ikki, at heimildarlógin er eitt stórt afturstig. Hon kann bara ikki brúkast sum instrument í júst hesum máli, tí gamla grundlógin og fundamentalistiskar tulkingar hjá donskum løgfrøðingum av grundlógini eru ein forðing.
Per Stig og EFTA
Tað er heldur ikki rætt, at Per Stig Møller avlýsti allar møguleikar fyri einum føroyskum EFTA limaskapi. Danski uttanríkisráðharrin gjørdi hinvegin púra greitt, at so leingi vit brúka taktikkin hjá Sambandsflokkinum, um at føla okkum fram bæði hjá EFTA og ES samstundis, so fáa vit hvørki limaskap í EFTA ella ES. Tí limalondini í EFTA og ES taka teg ikki í álvara sum land, fyrr enn tú hevur tikið eina heilt greiða støðu heima hjá tær sjálvum og sendir eina greiða umsókn til tann felagsskapin, har tú av álvara ynskir at gerast limur.
Nú Johan Dahl og Útvarpið siga, at Per Stig Møller skal vita at siga, at Sveis ikki vil vita av okkum sum EFTA land, so skulu hesi tíðindi síggjast í ljósinum av tí, eg júst nevndi omanfyri. Nevniliga, at Sveis og onnur ikki taka okkum í álvara, so leingi vit ríða á fleiri hestum samstundis.
Eftir øllum at døma er tað onkur í politisku skipanini, sum ikki vil, at tað skal bera til hjá Føroyum at standa saman ímóti umheiminum og býttisligum donskum kolonitonkum. Tí hesar løgnu fjølmiðlasøgurnar.