Tað eru bert seks vikur síðani, at Jennifer Aniston og John Mayer fóru hvør til sítt og longu nú er John Mayer aftur saman við fyrrverandi damuni, Maria Marin.
Sambært amerikanska blaðnum Life & Style, tosaði Mayer framvegis við Marin, meðan hann var saman við Aniston.
- Marin, sum upprunaliga er ættað úr Spania, var bergtikin av Mayer, meðan tey vóru saman og hon fór ongantíð frá hansara síðu, sigur ein kelda frá.
Mayer varð forelskaður í Marin, tá ið hon serveraði fyri honum á einari fínari matstovu í fjør veturog eftir at hava sms?a aftur og fram í eina tíð, endaðu tey saman á hotellkamari hansara.