John og Jørgen til New York

Í næstum fara John Johannessen og Jørgen Niclasen sum eygleiðarar við danskari sendinevnd til ST-aðalfundin í New York

POLITIKKUR

 
 
Nú stundar til aðalfundin hjá Sameindu Tjóðum, ST.
Sum vant sleppa tveir løgtingslimir við tí donsku sendinevndini. Mannagongdin er tann, at flokkarnir í Løgtinginum skiftast um at senda umboð til New York. Umboðini verða vald innanhýsis í flokkunum, og hesaferð eiga Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin tørn, og teir hava valt ávikavist John Johannessen og Jørgen Niclasen at fara við donsku nevndini.
Føroysku umboðini hava eygleiðarastatus, og kunnu tí ikki seta beinleiðis uppskot fram á fundinum.
John Johannessen sigur við Sosialin, at ætlanin er, at ætlanin er, at hann skal fara til New York tann 18. september, har hann skal vera í tríggjar vikur.
Síðani tekur Jørgen Niclasen yvir í oktobermánaði.
Enn hevur hevur javnaðartingmaðurin ikki fingið skránna fyri sjálvan fundin, men hann væntar, at yvirgangur verður eitt evnunum, sum fer at fylla nógv á dagsskránni teir báðar mánaðirnar, aðalfundurin varar.
Sum Johannessen tekur til, so kann ST-aðalfundurin metast sum eitt slag av skeiði, ið parlamentarikarar fáa høvi til at fara á.
Aðalfundurin er einaferð um árið, og sum nevnt skiftast teir politisku flokkarnir um at senda umboð hagar. Tó sleppa teir smáu flokkarnir ikki at senda umboð eins ofta og teir stóru. Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan, at teir somu persónarnir fara á fundin ár um ár.