Í dag tekur 47 ára gamli Johnni Poulsen við sum nýggjur stjóri á Magn. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.
Hann tekur harvið við eftir Hendrik Egholm, sum 1. oktober tók við sum samtaksstjóri í íslendska Skeljingi, ið er móðurfelagið hjá Magn.
Tað er ikki ein ókendur persónur, ið nú tekur við leiðsluni í felagnum. Seinastu 11 árini hevur Johnni Poulsen nevniliga starvast sum fíggjarstjóri á Magn.
Undan tí hevur Johnni Poulsen millum annað starvast sum fíggjarleiðari á Strandferðsluni og innan búskap og strategi í norðurlendsku telefyritøkuni Telia í Danmark.
Johnni Poulsen er útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business School, og hevur eisini tikið eftirútbúgvingar haðani, á London Business School og á IMD í Sveis.