Dreingjareyv-bólkurin úr Danmark kom upp á pallin við góðari útstráling hóast teirra drúgvu ferð til Føroyar. Eftir at ljóðmenninir væl og virðiliga høvdu innstillað mikrofonirnar og stemmað instrumentini, fingu ótolnu áhoyrarnir endiliga tað, sum teir høvdu bíða eftir allan dagin.
"Suverent hottasti bólkurin í Danmark í løtuni" segði Sjúrður Skaale, tá ið hann presenteraði teir, og Johnny Deluxe livdu upp til føgru lýsingina.
Við væl svingandi løgum, super sangarum og samanspældum tónleikarum settu teir lív í áhoyrarnar. Forsangarin hevur karisma, og hann dugir væl at framføra. Tað eru eginleikar, sum eru lívsneyðugir hjá modernaðum tónleikastjørnum.
Kvinnuligi sangarin skaraði framúr
Forsangarin hevur eina sera vakra rødd, sum hóskar væl til teirra dreingjaliga rokk-stíl. Tónleikararnir eru eisini sera góðir. Tann, sum skaraði mest framúr, var tó kvinnuligi sangarin, sum sang stuðulsrødd til Johnny. Hon sang eisini duet saman við Johnny í kenda sanginum "Øresund", og tá kom hennara vakra rødd veruliga til sín rætt.
Forsangarin dugdi væl at fáa áhoyrarnar at liva við í framførsluni. Hann fekk fjøldina at klappa til rútmuna. Til okkurt niðurlagið helt hann mikrofonini yvir Vágsbø, og fjøldin sang av heilum hjarta.
Tá ið hann bað áhoyrarnar um at kasta pløgg av sær, fór okkurt turruklæði sendandi upp á pallin. Hann lovaði, at um áhoyrarnir fóru úr onkrum plaggi, skuldi hann lata seg úr onkrum. Hann fór úr t-skjúrtuni hjá sær og stóð so við berari undirtroyggju. Hetta fekk lív í kvinnuligu áhoyrarnar.
Tað var allatíðina "go" í framførsluni hjá teimum. Eingin steðgur var millum sangirnar, og tað sást, at teir høvdu vant teirra skrá sera væl. Teir megnaðu veruliga at fáa áhoyrararnar á gos, og alt náddi sítt hæddarpunkt, tá ið teir sungu tann síðsta sangin: "Drenge som mig". Øll tey ungu sungu við til hetta lagið, sum er tað kendasta hjá teimum í løtuni. Tað var stuttligt at hoyra eitt so stórt kór syngja til eitt lag.
Um eg skal fýlast á nakað, so var tað, at forsangarin í summum løgum fall burtur í ljóðmeldrinum, og serliga í einum sangi hoyrdi eg forsangaran alt ov illa. Í flestum førum varð hetta tó rættað av annars frálíka ljóðmanninum beinanvegin.
Konsertin við Johnny Deluxe var eitt satt upplivilsi. Hon fekk okkum at gloyma alt um seinkingar og avlýsingar.