Tónleikur
Fyrireikararnir av Ólavsøkukonsertini fara í ár at halda seg tætt at konseptinum, sum hevur sermert landsins størsta rokk og poppkonsert í yvir 20 ár, nevniliga tónleikabólkar, sum venda sær til ungdómar millum 15 og 25 ár.
Konsertin er sum vant 27.juli, og í ár er hetta fríggjakvøld. Umframt Johnny Deluxe er konsertin pinn pakka við bestu Føroysku nøvnunum: Eyðun og Terji, Páll Finnur Páll, Sic, Boys In A Band og Side Effect. Harumframt kemur eitt útlendskt navn afturat. Endaligu samráðingarnar eru í gongd júst nú, og tað er næstan komið undir land við tí. Hvat hetta navnið er, verður kunngjørt 1.juli um avtalan kemur upp á pláss.
Jonny bjargaði Summarfestivalinum
Johnny Deluxe spældi tvær ferð í Føroyum í fjør, fyrsta framførslan var unplugged á Planet Awards, og var somikið væl móttikin, at bólkurin var boðin á Summarfestivalin. Hetta var ein av bólkunum, ið var nógv seinkaður av mjørka í Vágum, ið tíanverri var við til at forstýra Summarfestivalin í fjør, men flest øll tyktuskt á einum máli um, at tá bólkurin endiliga kom á pallin klokkan 2.30 um náttina, var talan um bestu framførslu á festivalinum, og bæði Sosialurin og Dimmalætting søgdu, at hendan framførsla bjargaði festivalinum. Johnny Deluxe hevur skrivað eina ørgrynnu av megahittum. Fyrireikarnir siga, at tað hevur verið eitt stríð at fingið teir hendavegin, tí teir hava úr at gera, men at enda eydnaðist tað hóast alt. Stílurin Jonny Deluxe spælur, má sigast at vera reindyrkaður popptónleikur við løttum og vælskiljandi tekstum. Hetta ger, at tað er lætt at syngja við , og flest øll fara ivaleyst at syngja við, tá ið Jonny Deluxe fer at spæla tey mongu hittini á Ólavsøkukonsertini.
Gott føroyskt
Men millum føroysku nøvnini eru eisini fleiri landaplágur, neyvan man nakar hava skrivað fleiri hitt enn duoin Eyðun og Terji, men ein annar bólkur, ið eisini hevur stórar syngi við kvalitetir eru Páll Finnur Páll, ið nærum hava tikið leiklutin sum teir nýggju Frændir, har allir áskoðararnir syngja við frá byrjan til enda. So eru hini trý føroysku nøvnini ikki líka syngið við vinarlig, men tey hava aðrar góðskur. Sic Boys In A Band og Side Effect hava tað til felags, at teirra tónleikur dugur at fáa mannfjøldir at flippa út, og tað hevur uttan iva eisini tað, sum hendir á Ólavsøkukonsertini.
Atgongumerkini bíligari
Atgongumerkini eru at fáa til keyps í forsølu í øllum Kallhandlum, sum fara at selja tey fyrstu 500 atgongumerkini til Kallkundar fyri einans 150 krónur og øll kunnu gerast kallkundar Atgongumerkini fáast eisini til keyps í forsølu í Kunningarstovuni í Havn á 250 krónur og 300 krónur við dyrnar