Komandi partaeigarnir hava sett Johnny í Grótinum sum nýggjan stjóra. Hann tekur við stjórastarvinum yvirtøkudagin, sum væntast at vera um ársskiftið.??
Nevndin hevur í samráð við komandi partaeigarar heitt á Tummas Eliasen um at seta komandi stjóran væl og virðiliga inn í viðurskiftini í Lív tríggjar teir síðstu mánaðirnar av árinum, til nýggi stjórin tekur við.
Tummas Eliasen hevur starvast í Føroya Lívstrygging síðani 1987, tá samlaða pensjónsuppsparingin var umleið 100 milliónir krónur.
Í tíðarskeiðnum 1987-1998 var Tummas fíggjarstjóri, og síðani 1998 hevur hann verið stjóri í partafelagnum Føroya Lívstrygging.
Nú Tummas fer frá, er samlaða pensjónsuppsparingin 3,2 milliardir krónur, sigur nevndin í tíðindaskrivi, har hon samstundis takkar Tummasi Eliasen fyri tíðina, ið hann hevur verið stjóri í Lív.