Aftur í ár verður jólafjós í seyðahúsinum hjá Báru og Janusi Joensen, Innan fyri Eið á gamla Leirvíksvegnum. Jólafjósið verður opið leygardagin hin 30. november og sunnudagin hin 1. desember frá klokkan 15-20. Í fjósinum verður høvið at síggja neyt, seyð og shetlandpony. Ymiskt heimagjørt jólaprýði kann keypast, og høvið verður eisini til ein heitan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Fólk, sum vitja fjósið, eru vælkomin at taka myndatólið við, tí hetta er eitt gott høvi at taka eina jólamynd í jólaligum umhvørvi. - Hugsandi er, at jólamaðurin kemur at vitja í jólafjósinum, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið við gamla Leirvíksvegin. |