Leygardagin 20. desember klokkan 17 verður jólahugni í Viðarlundini í Trongisvági. Tað er Tvøroyrar kommuna, sum skipar fyri, og tiltakið verður nú hildið seytjanda árið á rað.
Jólahugnin í Viðarlundini er eitt vælumtókt tiltak, sum fyri nógvar familjur er vorðið ein siðvenja og somuleiðis ein byrjan upp á jólafrítíðina.
Tað var Jonny Dimon, ið tá starvaðist á Kunningarstovuni, sum av fyrstani tíð tók stig til hetta tiltak. Tað var eisini hon sum saman við Kára Thomsen tók stig til at stovna Kunningarstovuna á Tvøroyri í 1993.
Jonny var eisini drívmegin til at fáa Áargøtuna gjørda. Áargøta er gøtan sum gongur frá Mýrunum í Trongisvági og nn til Viðarlundina.
Seinnu árini er gøtan longd, so gangandi nú er allan vegin framvið hugnaligu og náttúruvøkru Stórá inn um Sterling. Hendan gøtan er til stóra gleði og verður nógv brúkt, bæði summar og vetur.
Tað er Kunningarstovan á Tvøroyri sum samskipar jólahugnan í Viðarlundini, eins og hon samskipar flest øll onnur tiltøk hjá Tvøroyrar kommunu.
Jólahugnin hevur verið væl vitjaður frá byrjan av. Hetta er eitt veruligt familjutiltak, har fólk í øllum aldursbólkum eru við.
Viðarlundin er hesa ársins tíð prýdd við jólaperum, sum eisini lýsa upp hugnaligu gøturnar millum trøini, so væl er gangandi - eisini í myrkri.
- Hetta tiltak er eitt gylt høvi hjá barnafamiljum og øðrum at kobla úr frá tí strævna gerandisdegnum og njóta náttúruna og vakra umhvørvið í og runt Viðarlundina.
Á Kunningarstovuni á Tvøroyri siga tey, at jólahugnin hevur ikki sum onnur tiltøk ein fastlagdan dag.
- Tað er veður og vindur, ið avgera, nær tiltakið verður, sigur Póla Strøm, dagligur leiðari á Kunningarstovuni.
Seinastu vikurnar fyri jól verður fylgt væl við veðurforsøgnunum fyri at finna rætta dagin - so tætt at jólum sum gjørligt.
- Heitt kakao og bollar verða at fáa, og jólamenn vitja. Haraftrat verður skipað fyri sangi, har spælt verður undir við harmoniku og guitara. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Póla Strøm.