Trý kór fara at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju leygardagin 20. des kl. 16.00. Aurora Borealis úr Havnini verður stjórnað av Ólavi Jøkladal, Fuglafjarðar sangkór stjórnar Frits Johannesen og Fuglafjarðar manskór stjórnar Heðin Kambsdal. Sungin verða t.d. jólaløg fyri blandað kór og solo við orgulfylgispæli. Fylgispælið hevur Heðin Kambsdal. Annars verður eisini sungið í kirkjuni jólakvøld sum vanligt.
Tíðindi