Kommunan hevur ognað sær fimm jólasmáttur, sum eru settar upp í miðstaðarøkjumum í bygdunum. Tað eru næmingar á timburdeildini á Glasi sum hava evnað smátturnar til, skrivar Vága kommuna á vaga.fo.
Endamálið við smáttunum er, umframt at tær hugna um saman við jólaprýddu miðstaðarøkjunum og jólatrøunum, at geva borgarum og frítíðar- og ítróttarfeløgum møguleika at lána smátturnar til tiltøk og smásølu, sum er við til at hugna um í bygdunum í jólamánaðinum.
Møguligt er at lána eina ella tvær smáttur, stendur millum annað at lesa á vaga.fo.