Árliga jólasølan hjá Verkhúsinum Stíggi í Saltangará verður leygardagin 23. november frá klokkan 10 til 18.
- Á jólasøluni fara vit at selja hondgjørdar lutir úr træ, eitt nú krakkar, hillar, hjørtu og annað. Vit fara eisini at selja bundnar og seymaðar lutir, og her eru nissur, jólamýs, einglar, borðlappar og nógv annað forvitnisligt.
Á Stíggi siga tey, at tá jólasølan verður, fara tey eisini at selja kaffi, rísalamande og eplaskivur, og tombola verður eisini á skánni.
- Vit ivast onga løtu í, at her kunnu fólk finna nógv áhugaverd jólagávuhugskot, nú jólini eru farin at nærkast, siga tey á Stíggi.
Verkhúsið Stíggjur, sum heldur til á Høgabóli í Saltangará, er vardur verkstaður fyri fólk við menningartarni, og her eru dagliga 27 borgarar til arbeiðis.