Jólastova á posthúsinum

At posthús eru niðurløgd gevur pláss fyri øðrum, og væl rúmast jólastova í einum posthúsi.

Í Vági er vanligt at hava jólastovu í døgunum fyri jól, har børn, og eisini vaksin, kunnu koma innar í hugnaligt umhvørvi at fáa sær kaffi, køkur ella okkurt annað, meðan prátað verður, og høvi er at evna til eitthvørt jólaprýði.

 

Soleiðis er eisini í ár. Munurin er tó, at umstøðurnar eru rúmligari í ár, enn vanligt, tí nú er jólastovan í niðurlagda posthúsinum, har tað er rúmligt og gott.

Har er opið hvønn dag millum 16:00 og 18:00.

 

Á myndini sæst, tá riggað varð til fyri nøkrum døgum síðani við perum og smáum húsum. Nú er jólastovan oipin og jólaperur prýða posthús og lítlu hugnaligu húsini, og tað frættist, at væl hevur verið vitjað innar.