Jólatræið í Vági er serliga grønt

Hesi næstu árini fer Vágs Býráð at leggja dent á burðardygd

Hesi næstu árini fer Vágs Býráð at leggja dent á burðardygd. Eitt stig á leiðini varð tikið, nú fíggjarætlanin varð samtykt, tí har næsta ár eru 1,5 milliónir settar av til grønt orkuskifti.

 

Levi Mørk, formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum sigur, at endamálið er, at hesi næstu árini skulu allir bygningar, og stovnar, hjá Vágs Kommunu leggja um til grøna orku, umframt at ætlan er at bjálva teir betur.

 

Tað mesta av játtanini næsta ár skal brúkast til at tryggja svimjihøllini, Pálshøll, grøna orku.

 

Men ein meiri forvitnisligt tiltak á grønu kósini hjá Vágs býráði, er, at tey hava útvegað eitt seks metra stórt jólatræ, sum er sett niður á økinum við minnisvarðan yvir tey sjólætnu. Ætlanin er nevniliga at hetta skal vera jólatræið í Vági á hvørjum ári, tí so sleppa tey undan at keypa nýtt jólatræ, sum er felt í einum skógi upp undir hvørji jól.

 

##med2##

 

Tá ið jólini eru farin aftur um, verður pyntið tikið niður, og so stendur træið til næsta ár. Tað var heilt fitt á fólki til staðar hetta kvøldið, tá ið træðið varð tendrað. Myndirnar hava vit fingið frá Vágs Kommunu og tær hevur Bjartur Vest tikið.

 

##med3##

 

##med4##

 

 ##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##