Jon Bon Jovi - Bounce

Áttanda studio-útgávan frá Bon Jovi, hevur fingið heitið "Bounce", og er sambært bólkinum ein mynd av tí ið teir hava verið ígjøgnum tað síðsta árið, - serliga aftaná 11. september 2001.
Til Grammy Awards 2000 var vanligi tátturin "Song of the year" (ársins sangur), eisini við. Vinnararnir av hesum bólkum gjørdist, nr 1: Backstreet Boys við I want it that way, og nr 2: Ricky Martin við living la vida loca.
I want it that way er skrivaður av Andreas Carlsson og Max Martin, og Livin' La Vida Loca er skrivaður av Desmond Child og Robi Rosa.
Andreas Carlsson og Desmond Child ganga aftur í nýggju útgávuni "Bounce" hjá New Jersey rokkarunum Bon Jovi. Andreas Carlsson hevur saman við Max Martin syrgt fyri seinastu árini at hildið bæði Britney Spears og Backstreet Boys á toppinum við at skriva og framleiða hesar ótrúligu landaplágurnar, sum t.d. "Baby One More Time", "Crazy" og "Oops I Did It Again" og somuleiðis "Backstreet's Back", I Want It That Way" og "Larger Than Life".
Desmond Child hevur skrivað, og framleitt nøkur av teimum størstu hittunum í gjøgnum seinastu tjúgu árini. Nevnast kunnu t.d. "I was made for loving you" (Kiss), "Dude looks like a lady" og "Crazy" (Aerosmith), "I hate myself for loving you" (Joan Jett), "How can we be lovers" (Michael Bolton), "Living la vida loca" og "Shake your bon bon" (Ricky Martin) og hevur somuleiðis skrivað "You give love a bad name", "Living on a prayer", "Bad medicine" og "Keep the faith" (Bon Jovi)
Hesir Báðir Andreas Carlsson og Desmond Child, hava verið við til at skriva heili 6 løg av hesi nýggju Bon Jovi útgávuni.
Tónleikurin á fløguni er ógvuliga fjølbroyttur, har er alt frá hørðum rokki til bleytar balladur. Summastaðni er eisini eitt íslett av elektroniskum tónleiki.
Um vit taka eitt lag sum heitislagið "Bounce", so minnir hettar ikki sørt um hittið "it's my life", sum teir høvdu fyri nøkrum árum síðani. Nevnast kann eisini nevnast "Everyday", ið longu hevur verið nógv at hoyrt á MTV og í útvarpi, og sum sníkt seg heilt upp í toppin á okkara egna "hittlista" 15-tær bestu.
Alt í alt kann sigast, at hettar er ein góð rokkfløga, ið fevnir vítt, bæði um einum dámar rokk, ella ikki.

bólkur/einstaklingur: Bon Jovi
heiti á útgávu: Bounce
útgávudato: 23. september 2002
skeringar á útgávu: 12
heildarlongd á útgávu: 49,6 min
framleiðari av útgávu: luke ebbin, jon bon jovi, richie sambora, desmond child og andreas carlsson
útgávufelag: universal