Jón tørvar steðg frá G!

- Orkan gekk undan, og av tí eg ikki tími at gera nakað hálvt, helt eg, at best var at halda ein steðg nú, sigur Jón Tyril

- Orkan gekk undan, og av tí eg ikki tími at gera nakað hálvt, helt eg, at best var at halda ein steðg nú.

Soleiðis sigur 40 ára gamli Jón Tyril, sum síðani 2002 hevur verið høvuðsfyriskipari av G Fesivalinum. Nú hevur hann gjørt av at halda steðg frá einum av størstu festivalunum í Føroyum.

- Eg eri rættiliga perfektionistiskur av lyndi, havi trupult við at vera nøgdur og kenni ongantíð, at arbeiðið er liðugt. Eg havi altíð hug gera eitt sindur afturat fyri at fáa úrslitið eitt sindur betri, sigur Jón Tyril og dylir ikki fyri, at kanska er tað júst henda tráðanin efitr tí perfekta, sum nú hevur gjørt, at honum tørvar eitt andarúm.

- Endamálið við G er at skapa íblástur og menna føroyskan tónleik. Tað arbeiðið er ongantíð liðugt, og av tí sama havi eg brúkt nógva orku upp á festivalin, greiðir Jón Tyril frá og heldur fram:

- Mín leiklutur í G hevur verið rættiliga umfatandi gjøgnum alt árið og í øllum møguligum høpi, so tað sigur seg sjálvt, at tað hevur fylt sera nógv í lívinum hjá okkum, sigur Jón Tyril, ið er giftur og eigur trý børn undir skúlaaldri. Hann heldur tó, at hóast fyrireikingarnar til festivalin, sum eru í gongd so at siga alt árið, hava fylt nógv, hevur tað eisini verið ein fyrimunur at havt hetta starvið.

- Tað positiva hevur verið, at eg í stóran mun havi kunnað lagt mær arbeiðistíðrnar til rættis soleiðis, sum tað passar mær og familjuni best. Hinvegin havi eg ongantíð kent tað, sum at eg havi havt ordiliga frí, sigur Jón Tyril og vísir samstundis á, at broyttu lívsumstøðurnar eisini hava havt eina ávirkan.

- Eg var 27 ára gamal og ógiftur, tá G Festivalurin byrjaði. Nú eri eg 40 ár, giftur og havi trý børn, har tað elsta er fimm ára gamalt, so umstøðurnar og raðfestingarnar hjá mær eru eitt sindur øðrvísi nú enn tá, sigur Jón Tyril.

Hann vísir aftur, at hann kennir tað, sum hann hevur forsømt nakað við at hava verið so virkin í toyminum handan festivalin.

- Eg havi sjálvandi ikki fingið nógv við av føroyska summarinum hesi árini, men so havi eg kanska fingið meira við aðrar tíðir ístaðin. Alt í alt kenni eg ikki, at eg havi forsømt nakað. Tvørturímóti hevur G verið ein fantastisk ferð higartil, har eg eri komin at kenna nøkur heilt ótrúlig fólk, sum hava lært meg ómetaliga nógv, fortelur Jón Tyril.

Les alla samrøðuna við Jón Tyril í Sosialinum hetta vikuskiftið.