Jóna stillar upp aftur

Føroya Væl hevur sett trý valevni á listanum til komandi løgtingsval.

Jóna Mortensen stillar upp aftur til komandi løgtingsval. Tað er greitt, eftir at Føroya Væl, lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, hevði fyrsta uppstillingarfund í vikuni.

 

Á uppstillingarfundinum vóru trý nøvn sett á listan. Tey eru løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingskvinnan Jóna Mortensen og býráðslimurin Annfinn Brekkstein.

 

Hanus Midjord, formaður í Føroya Væl sigur, at á komandi uppstillingarfundum vera onnur nøvn sett á listan.

- Vit hava heitt á fólk at stilla upp, men tey eru ikki heilt klár at melda út enn. Ætlandi verða tey klár eftir næsta uppstillingarfund, sigur Hanus Midjord.

 

Kaj Leo Holm Johannesen fekk 1979 atkvøður við seinasta løgtingsval. Jóna Mortensen fekk 161 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011, meðan Annfinn Brekkstein fekk 345 atkvøður á býráðsvalinum í 2012.