Jónas Isaksen er evropameistari

17 ára gamli Jónas Isaksen hevur júst vunnið EM gull fyri U20 á 400 metrar teininum.

 

Tað gjørdi hann við tíðini 45,86, sum er besta tíð hansara. Jónas vann greitt 22/100 frammanfyri Carvell úr Bretlandi, ið vann silvur. Í innleiðandi umfarinum hevði Jónas sættbestu tíðina, ið var 46,75. Men, at Jónas vinnur EM-gull, er ikki óvæntað, tí besta tíð hansara var 46,02, og bert ein rennari rann skjótari enn 46,02 í innleiðandi umfarinum.

 

Jónas er fyrsti føroyingur, sum rennur 400 metrar undir 46 sekund. Umframt føroyskt met, so er hetta eisini danskt ungdómsmet. Gamla danska U20-metið var 46,01. So Jónas er ikki bert fyrsti føroyingur at renna 400 metrar undir 46 sekund. Men eisini fyrstur ungdómsrennari at renna 400 metrar undir 46 sekund í danska kongaríkinum.

 

Jónas Isaksen umboðar danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur í World Athletics, sum er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt.

 

Her ber til at síggja Jónas vinna EM-gull:

 

https://allathletics.tv/videos/3623456/mens-400m-final

 

##med2##

 

##med3##

 

Í morgin klokkan 7:55 luttaka Jónas Isaksen og Eiri Jógvansson Glerfoss í 4x100 metrar staffetini fyri Danmark til U20 EM í Jerusalem. Teir renna saman við Valentin Jensen og Hector Wandt.

 

Jónas veittraði bæði við Merkinum og Dannebrog