TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, aftaná 1-3 tapið hjá KÍ ímót ÍF í Fuglafirði.
Jonas heldur, at KÍ spældi væl ímóti ÍF, og hann heldur ikki, at málmøguleikarnir trutu hjá KÍ. Men hann ásannar, at teir eru alt ov óneyvir. Sum hann upplivdi tað, so var tað í lagið, at Lawal og Karl Løkin fingu reyða kortið í dag.