Jonhard verið venjari í 30 ár

- Eg tími líka væl enn, men konditiónin er ikki líka góð, sigur Jonhard

FSF Varpið: Tey eru nógv, sum leggja lív og sál í sítt felag. Eldsálirnar, sum hvønn dag eru til reiðar at veita eina hjálpandi hond. Í NSÍ eitur ein teirra Jonhard Hansen

 

Síggja FSF Varpið við at trýsta HER

 

Hann byrjaði sum smádrongur at spæla við NSÍ, men so líðandi fekk hann størri og meira ábyrgd, og seinastu 30 árini hevur Jonhard Hansen verið partur av nevndararbeiðinum hjá felagnum í Runavík.

 

- Eg tími líka væl enn, men konditiónin er ikki líka góð. Fyrr havi eg sagt tíggju ár afturat, men nú taki eg eitt ár á gangin, heldur Jonhard Hansen skemtiliga fyri.

 

Hesi 30 árini hevur fryntligi runavíkingurin eisini tikið sær av at venja fleiri av yngru liðunum, og Jonhard hevur eisini dømt nógvar dystir við Løkin. FSF Varpið hevur hitt eina av eldsálunum í Nes Sóknar Ítróttarfelag.