Venjari hjá Manchester United, José Mourinho, hevur tað við at enda á ítróttarforsíðunum fyri tíðina. Hann er nakað kroystur í venjarastólinum, eftir eina søguligu vánaliga byrjan í Premier League og verður kritiseraður av legendunu í felagnum, men hann ætlar ikki at leggja kongin. Tað prógvaði hann í gjár.
Manchester United tryggjaði sær víðari luttøku við teprum 1-0 sigri á Young Boys úr Sveis, tá Marouane Fellaini skoraði í yvirtíðini. José Mourinho var so fegin, at hann tveitti runt við vatndunkunum á síðulinjuni. Eftir dystin gav hann kritikkarunum eisini boð – speisk boð.
- Lat meg senda eini boð til tykkum, sum elska meg. Eg havi verið í Champions League 14 ferðir, og eri komin víðari 14 ferðir. Tvær ferðir havi eg ikki verið í Champions League, men tá havi eg vunnið Europa League, sigur José Mourinho á tíðindafundinum eftir dystin.
Hann kann vænta sær eina átalu frá UEFA, fyri at hava tveitt við dunkunum. Hann greiddi á tíðindafundinum frá, at tað var ein lætti tá Marouane Fellaini skoraði, og tí tveitti hann dunkarnar. Við sigrinum hevur Manchester United tryggjað sær víðari luttøku í Champions League.