JT Electric syrgir fyri el-veiting á NAFF

North Atlantic Fish Fair nærkast, og klokkan 10 fyrrapartin í morgin verður stevnan sett. Men áðrenn setanin verður, er dúglig stákan við at fáa alt upp á pláss á Hjalla Tað er el-fyritøkan á Kambsdali JT-Electric, sum syrgir fyri, at allir framsýnararnir á NAFF fáa el inn á sínar básar.

Tá vit vóru á Hjalla ein morgun í vikuni, vóru menn hjá JT-Electric í holt við ymiskar instalatiónir.

- Vit eru tveir mans í løtuni, men verða ivaleyst fleiri, so hvørt, sum setanin stundar til, segði maðurin, vit hittu.

Tað er Team 85, sum stendur fyri standard-básaskipanini á NAFF, og fyritøkan hevur úr at gera í hesum døgum, nú alt skal fáast upp á pláss.

Summir framsýnarar hava sínar egnu plátur at seta í básaskipanina hjá Team85, og aðrir hava designað sín egna bás.

Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur, at eini 100 fólk eru í gongd á Hjalla komandi dagarnar og so hvørt, sum setanin nærkast, verður talið uppaftur størri.

- Vit hava at kalla eingi avboð fingið, og nú er so fult, at kanska eru eini tvey lítil horn eftir í høllini, sigur samskiparin.

Í Vágsbotni, har flótandi framsýningin verður umframt tjald við mati og onkrum leskandi, eru Fish Fair-fløgg hond upp og seta dám á økið.

Í Vágsbotni og í Tórsgøtu verður eisini skipað fyri onkrum mentanarligum tiltøkum, meðan North Atlantic Fish Fair verður hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Talan verður eitt nú um tónleik og kafé´ir.