Judith, sum er fødd 4. juli í 1934, vaks upp í Árnafirði og flutti til Klaksvíkar í 1947. Foreldrini vóru Louisa fødd Lamhauge og ættað úr Lamba og Jens Hansen, Jens í Glasstovuni ella Jens í Árnafirði, sum hann varð nevndur í Klaksvík. Longu í 1938 misti Judith mammuna. Tá vóru tey seks systkin - Kirstin í Miðvági, Ninna á Mors, Lina í Slagelse, Judith, Helga í Bergen og Jákup í Hundested. Jens giftist uppaftur í 1941 við Elsu Mariu fødd Lamhauge og eisini ættað úr Lamba.
Í Klaksvík búsettust tey á Gerðareiði. Í seinnu giftini vóru fimm børn – Elsa í Jyllandi, Súsanna, sum doyði hálvt ára gomul, Andrias í Klaksvík, Trúgvi í Hósvík og Esmar í Klaksvík. Tey, sum eru farin, eru Kirstin, Lina, Jákup og Dia.
Óli er føddur 13. desember í 1931. Tað vil siga, at hann fylti 75 ár mikudagin í hesi vikuni Foreldur hansara vóru Lena fødd Steffensen og ættað úr Árnafirði og Jógvan Edvard Lydersen, sum var ættaður eysturi úr Oysvík á Viðareiði. Tey bæði giftust í 1925 og búðu í Árnafirði, har tey vóru í fimm ár, áðrenn tey fluttu til Klaksvíkar, og búsettust norðuri á Bakkanum.
Børnini hjá teimum vóru Lydia, sum var fødd í 1926 og doyði í 1946, Elin (1929) og Óli (1931). Elin og Óli búgva bæði í Klaksvík.
Judith og Óli Lydersen hava verið í Klaksvík so at siga alla sína tíð. Tey giftust inn í barnaheim hansara norðuri á Bakkanum ikki so langt frá bedingini, har Óli lærdi til skipstimbrara, og har hevur hann verið alt sítt arbeiðslív burtursæð frá tveimum árum, tá ið hann arbeiddi á Eiði. Óli er framvegis til arbeiðis hvønn dag. Í frítíðini hevur Óla dámað væl at flóta í bátinum, sum hann hevur í neystinum í kjallaranum. Honum dámar avbera væl at ganga í náttúruni. Tey fjøllini munnu vera fá, sum hann ikki hevur verið uppiá, og nú fyri kortum var hann á Oljufjallinum í Jerusalem.
Judith er ein av fleiri, sum hevur arbeitt á Klaksvíkar Sjómansheimi mest sum alla tíðina, síðani sjómansheimið varð tikið í nýtslu 4. juli í 1961. Eitt skifti var hon í nevndini í Hugna, har hon framvegis altíð vitjar.
Tey bæði hoyra avgjørt til tey stillu í landinum. Tey eru fryntlig og fyrikomandi. Tey hava fast pláss í Christianskirkjuni, har tey eru ógvuliga trúgv, og tey hava verið og eru trúføst í Emmaus, har stóri dagurin verður hildin í morgin.
Judith og Óli eiga trý børn – Jógvan (1958), Louisa (1960) og Jens (1965). Jógvan býr á Argjum, Louisa býr á Oyrarbakka, og Jens býr í Miðvági. Barnabørnini eru sjey í tali. J