Fimm føroyskir judoleikarar luttóku í gjár í Reykjavík Judo Open kappingini.
Tveir teirra, systkini Regin á Rógvu og Rebekka Johnsdóttir, vunnu medaljur í sínum bólki. Regin vann silvur, og Rebekka bronsu.
Hinir judoleikararnir, sum vóru við í kappingini, vóru Petur Sigurð Johannesen, Sigmundur Johansen og Nicolaj Skoubo.
Ferðaleiðari á ferðini er Jan Günther. Ferðalagið kemur heim aftur í morgin.