Teir leikirnir, sum Judo hevur verið partur av oyggjaleikunum, hava føroysku íðkararnir gjørt sítt fyri at økja um føroysku heiðursmerkjaveiðuna.
Fyrstu leikirnir við Judo vóru í Føroyum í 1989, og næstu tríggjar leikirnar var føroyska judo-liðið eitt tað sterkasta á leikunum.
Hetta fekk tó ein bráðan enda á Gibraltar í 1995. Beint sum seinastu kappingarnar vóru av, fingu íðkararnir at vita, at judo ikki longur var partur av skránni, og tað skuldu 12 ár í gloymskuni til, áðrenn kampítróttin aftur fekk sítt pláss á leikunum.
Risa munur
Hesi árini merktu eisini áhugan í Føroyum fyri judo. Talið av aktivum feløgum fall niður á tvey, og sum ein ítrótt á mest sum skuggasíðuni, var tað eisini so sum so við tilgongdini.
Í so máta varð Rhodos bjargingin. Judo gjørdi eitt come-back á leikunum, og tað sama má sigast um føroyska landsliðið, sum kom heim – væl rúgvað við gullmerkjum. Og hóast bert eitt av hesum var av gulli, gav hetta føroyskum judo eina tiltrongda saltvatnsinnspræning.
- Tað er eingin ivi um, at seinastu tvey árini hava áhugin fyri ítróttini og harvið eisini tilgongdin av nýggjum iðkarum verið so stór, sum tey ongan tíð áður hava verið, sigur Sofus Debes Johannesen, formaður í Judosambandi Føroya.
- Men nú hava vit næstan fingið at vita fyri vist, at Judo ikki verður á skránni komandi leikirnar. Enn eru boðini so ikki almenn, men tað er alt, sum bendir á, at Judo ikki verður millum tær 14 greinarnar á Isle of Wight um tvey ár. Á Bermuda verður judo neyvan heldur við, og til leikirnar í 21015 kappast Gotland og Jersey um leikirnar. Á Gotlandi er einki judo, og tað var júst Jersey, sum tók kappingina av í 1997, sigur Sofus.
- Trupulleikin er, at talið av kappingargreinum á leikunum er avmarkað til 14. Og hesar verða so valdar millum 18 greinar. Og tað sær tíverri út til, at judo altso er í ferð við at detta burtur ímillum í hesum, sigur formaðurin í Judosambandinum.
Avtaka markið
Hósdagin fara umboðini hjá ymisku judosambondunum á fund, og tá verður eitt av punktunum á skránni, um judo-ítróttin skal skipa sær serligar oyggjaleikir tey árini, sum Judo ikki er við. Nakað sum fimleikur og badminton hava gjørt.
- Spurningurin so sjálvandi, hvat vit fáa burturúr. Tí tað eru nógvir pengar at brúka, um vit skulu rinda kanska einar 10.000 kr. fyri hvønn luttakaran til eina einstaka kapping. Ítróttarliga fáa vit helst meira burtur úr at taka lut í onkrari kapping í Miðeuropa, soleiðis at hetta kann tvinnast saman við eini venjingarlegu.
- Hinvegin er fjølmiðladekningurin serstakliga intensur á Oyggjaleikum, og tað er sjálvandi eisini nógv vert fyri okkum. So vit mugu viga fyri og ímóti.
- Ein møguleiki er so eisini, at IGA tekur av markið um, at tað í mesta lagi kunnu vera 14 ítróttargreinar. Er tað so, at ein oyggj kann hava allar 18 greinarnar, so er jú eingin orsøk at nokta hesum, og tað er so ein spurningur, sum í næstum verður tikin upp, havi eg skilt, sigur Sofus Debes Johannesen.