KÍ hevur lagt Europa Cup fyri hesa ferð afturum bak. Teir eru framvegis í Jugoslavia. Tíggju kilometrar frá ungverska markinum fyrireika teir seg til seinnu helvt av landskappingini. Í gjár høvdu teir frí, í dag venja teir, í morgin skulu teir spæla dyst, og tað skulu teir eisini týsdagin. Milliónin fyri Europa Cup hesa ferð verður flutt á konto í juni komandi ár. Avrikið í átta teimum síðstu umførunum í landskappingini verður avgerandi fyri, um KÍ aftur komandi ár sleppur at royna seg í Europa.
Hesa ferð var lítið at gera. Eftir at teir høvdu vunnið 3?0 á Svangaskarði, gjørdu teir í Reyðu Stjørnu skjótt av. Altjóða tíðindastovurnar vita at siga, at Branko Boskovic setti hol á við brotssparki (Zoltan feldi ein, sum kom ímóti honum), tá ellivu minuttir vóru farnir, og seks minuttir seinni økti Goran Drulic til 2?0.
Altjóða tíðindastovurnar halda, at talan verður um eina meiri spennandi roynd hjá FK Crvena Zvezda, tá teir í næsta innleiðandi umfarinum skulu spæla ímóti georgiska meistaraliðnum Torpedo Kutaisi.
Høvdu bóltin meiri
Eftir lokið stríð koyrdu klaksvíkingarnir beinanvegin teir tveir tímarnar norður til Subotica. Í býnum búgva umleið 250 túsund fólk.
? Vit eru betri nøgdir við avrikið hesa ferð, enn tá vit spældu ímóti teimum á Toftum. Tá vóru tað ov nógvir, sum tordu ov illa at hava bóltin. Venjarin bað okkum halda upp á bóltin, og tað eydnaðist væl betur hesa ferð. At vit spældu 4?5?1 gjørdi, at vit fingu meiri breidd í, tá vit høvdu bóltin. Vit høvdu ikki nógvar møguleikar, men Marek hevði eina góða frísparksroynd, og eina aðra ferðina var eisini um reppið, at hann fekk mál, sigur Harley Bertholdsen úr Jugoslavia.
Á onkrum í ferðalagnum, sum ikki spældi við, skilja vit, at KÍ hesa ferð spældi við flatari verju, og at tað riggaði væl. Ove Nysted var í miðverjuni saman við Jan Andreasen. Andrzej Pacek var avsettur hesa ferð.
Rógvi Jacobsen, sum varð útskiftur í fyrra dystinum, var einsamallur í álopinum. Hann arbeiddi sum ein hestur, og hann var væl við í samanspælinum, men tað var torført at sleppa framat til møguleikar.
? Teir tíggju túsund áskoðararnir vóru ikki nøgdir við heimaliðið. Tað var týðuligt, at tey roknaðu við nógvum málum og stórsigri. Reyða Stjørnan legði bragdliga fyri bæði í 1. og í 2. hálvleiki, men teir dovnaðu skjótt, og tað góvu áskoðararnir týðuliga til kennar, at tey ikki vóru nøgd við. Í 2. hálvleiki høvdu tey hug at taka á við KÍ, sum var væl við í spælinum, siga klaksvíkingarnir í Jugoslavia.
Hjalgrím Elttør spældi seinna partin av 1. hálvleiki. Hetta var fyrsta royndin hjá honum í Europa Cup. Merkisvert er eisini, at Allan Joensen, sum orsaka av skaða ikki hevur spælt á hægsta støði í tvey ár, síðstu løtuna avloysti beiggja sín, Jan Joensen, sum er liðformaður hjá KÍ og sum aftur hesa ferð varð sagdur at vera ein tann besti á KÍ liðnum. Marek stóð eisini sterkur í myndini.
Liðið hjá KÍ sá soleiðis út: Zoltan Kujundric ? Harley Bertholdsen, Ove Nysted, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Arnold Joensen (Srecko Milicevic, 46.), Kristian á Lakjuni, Jan Joensen (Allan Joensen, 85.), Marek Wierzbicki, Heðin á Lakjuni (Hjalgrím Elttør, 71.) ? Rógvi Jacobsen.
Jugoslaviska liðið spældi við umleið somu manning, sum teir gjørdu á Svangaskarði. Ein nýggjur vongspælari var við, og ein av miðverjunum á Føroya ferðini sat uttanfyri. Einki sást til teir, sum fyrr í summar tóku lut í EM endaspælinum.
Stórur áhugi
Eingin ivi er um, at jugoslavisk lið hava einki at gera í fyrsta innleiðandi umfarinum í Europa Cup. Tað eru tey alt ov góð til. At Reyða Stjørna longu nú noyddist at vísa, hvør dugur er í teimum kemst av, at Jugoslavia orsaka av innanhýsis krígnum hevur verið útilokað frá øllum altjóða fótbólti og tískil skal spæla seg upp.
Pressuáhuganum bilti einki, sjálvt um tað í gásareygum bara var KÍ, sum vitjaði. Tað varð skipað fyri tíðindafundum týsdagin og mikudagin. Har vóru bæði elektroniskir fjølmiðlar og nógv bløð umboðað. Jan Joensen var við Tomislav Sivic á fundunum, og tíðindamenninir vóru sera áhugaðir í jugoslavanum, sum er venjari mitt úti á Atlantshavninum.
Týsdagin var KÍ ferðalagið og hugdi seg um í Beograd. Sárini frá krígnum eru framvegis ógvuslig. Klaksvíkingarnir løgdu til merkis, hvussu neyvir teir í NATO høvdu verið, tá teir bumbaðu. Tað vóru ávísir bygningar, sum høvdu fingið stóran skaða, meðan tað, sum er rundanum, stendur óskalað, siga klaksvíkingarnir í Jugoslavia. Øll í ferðalagnum hava tað gott. KÍ verður aftur í Føroyum hósdagin 27. juli.
jhalan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard