Mikukvøldið vóru fýra HM-dystir spældir í Europa. Dystirnir vóru teir fyrru av tveimum kvalifikatiónsdystum um seinastu europeisku plássini í endaspælinum í Fraklandi næsta summar.
Stóri dysturin var í Moskva, har Rusland og Italia spældu. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í seinna hálvleiki legði Italia seg fram um. Bert fáar minuttir seinni javnaði Rusland, og 1-1 var úrslitið.
Liðið úr okkara bólki, Jugoslavia, vann stórsigur á Ungarn. Dysturin, sum enntá varð spældur í Budapest, endaði vi- 7-1 sigri til Jugoslavia, eftir 5-0 í hálvleikinum.
Írland legði seg tíðliga í dystinum moti Belgia fram um 1-0, men áðrenn hálvleik javnaði Belgia, og javnleikur var úrslitið.
Seinasti dysturin var millum Kroatia og Ukraina. Kroatia vann dystin 2-0, eftir 1-0 í hálvleikinum.
Seinnu dystirnir verða spældir 15. og 16. november.