Fyrrverandi ukrainski forsætisráðharrin Julia Timosjenko hevur verið fyri ágangi og øðrum líðingum í fongslinum, har hon hevur verið, síðani hon í vetur varð dømd sjey ára fongsul fyri valdsmisnýtslu og korrupsjón.
Tað sigur Zuzana Roithova, sum er úr Kekkia og limur í Evropatinginum. Roithova, sum er útbúgvin lækni, sigur í samrøðu við kekkiska sjónvarpið, at sambært teimum avvarandi hjá Timosjenko hava starvsfólk í fongslinum roynt at eitra hana.
-Hetta eigur at verða kannað, sigur Zuzana Roithova.
Læknar úr Kanada og Týsklandi hava kannað Juliu Timosjenko, men úrslitið er ikki almannakunngjørt enn. Hinvegin hevur ein dómari í Ukraina sagt, at fyrrverandi forsætisaráðharrin hevur ikki tørv á læknahjálp uttan fyri fongslið.