Julian besti maður á vølli

Norskur fótbóltur: Sogndal vann stórsigur, men hesa ferð gjørdi Kurt Mørkøre einki mál

Glið tykist vera komið á málskjótingina og harvið vøksturin í stigatali hjá føroyska felagnum í næstbestu norsku deildini.

Sunnukvøldið hevði Sogndal vitjan av Tromsdalen, og teir 851 áskoðararnir kundu staðfesta, at eingin ivi var um, hvør var omaná, og hvør lá undir.

Sogndal var á oddda 2?0 í steðginum. Teir vunnu 6?0, og harvið vunnu teir fyri aðru ferð á rað.

Bæði Julian Johnsson og Kurt Mørkøre vóru á heimaliðnum, og sambært norskum fjølmiðlum stóð serliga Julian sterkur í myndini. Hann var allar 90 minuttirnar á miðvøllinum, og fyri avrikið fekk hann í stóra norska dagblaðnum Verdens Gang eitt seks tal. Julian var tann einasti av teimum 22 spælarunum, sum fekk so gott ummæli.

Julian krýndi góða avrikið við at skora sítt fyrsta mál í landskappingini í ár. Tað var í 64. minutti, tá hann stútaði innlegg í málið til 4?0.

Kurt Mørkøre var á liðnum teir fyrstu 81 minuttirnar. Hesa ferð eydnaðist tað ikki álopsmanninum at skora. Í VG fekk Kurt eitt fýra tal, og tað var sama ummæli, sum nógvir av liðfeløgunum fingu. Kurt Mørkøre sá gula kortið nakað frammanundan, at hann var skiftur út.

Sogndal er á sætta plássi. Stórsigurin sunnudagin styrkti um málmunin sum nú er 15?9.

Sum sagt var Julian kosin besti maður á vølli sunnukvøldið. Og eingin ivi man vera um, at føroyski miðvallarin komandi sunnudag fer at leggja alt tað í, sum hann megnar ? og kanska meiri afturat! Sunnudagin skal Sogndal spæla á útivølli móti Kongsvinger. Gamla felagið hjá Juliani, sum ikki helt seg hava brúk fyri føroyska miðvallaranum, flutti í fjør niður í næstbestu deildina. Teir hava higartil staðið seg væl, so uppgávan hjá Sogndal verður torfør.