Ongland
Leygardagin spældi landsliðsspælarin, Julian Johnsson, fyrsta dyst sín fyri enska 3. deildarfelagið, Hull City.
Dysturin var spældur á útivølli í Exeter, og hóast Julian og teir komu aftur um 1-0 tíðliga í dystinum, eydnaðist teimum at vinna ein tryggan sigur.
Julian Johnsson var settur at spæla á sentrala miðvøllinum, og har spældi hann allan dystin. Tá góðir 20 minuttir vóru spældir, fekk Julian gult kort, og han var einasti av Hull-spælarunum sum fekk eina ostaflís.
Hull javnaði leiðsluna hjá Exeter áðrenn hálvleikssteðgin, og í seinna hálvleiki var Hull ruddiliga við yvirlutan og skoraði tvær ferðir afturat.
Harður miðvøllur
Undan fyrsta dystinum í kappingarárinum hugleiddi heimasíðan hjá Hull City um, hvussu venjarin, Brian Little, fór at seta liðið til dystin.
Little hevur nógvar spælarar at velja ímillum, og eisini á sentrala miðvøllinum, har Julian er ein av spælarunum, eru nógvir at velja ímillum.
Heimasíðan hjá Hull helt tó, at Brian Little fór at velja Julian Johnsson og Mark Greaves til miðvøllinum, og soleiðis var eisini.
Heimasíðan vísti á, at spælararnir hjá Exeter eru kropsliga sterkir, og tað fór venjarin at hugsa um, tá hann setti liðið. Og tað ber illa til at finna ein harðari mivøll enn Julian og Greaves í ensku 3. deild, helt heimasíðan fyri.