Julian Johnsson er í góðari dystarvenjing, nú hann saman við vinmonnunum á landsliðnum fyrireikar seg til uppgerðina ímóti Íslandi í annaðkvøld. Julian er fastur maður millum teir fyrstu ellivu hjá ÍA, og aftur sunnukvøldið spældi hann allar 90 minuttirnar á tamb, tá ið ÍA var á Akureyri.
Akranes vann 3?2, eftir at tað í steðginum hevði verið 1?0 til heimaliðið.Teir løgdu seg framum í síðsta minuttinum undan hvíldini, og í fyrsta minuttinum í seinna umfarinum øktu teir til 2?0. So stóra leiðslu plaga teir í Íslandi, har stórur dentur verður lagdur á verjupartin, ikki at oysla burtur. Men Julian og liðfelagarnir megnaðu at koma afturíaftur sunnukvøldið.
Í 52. minutti minkaðu teir um munin við brotssparki, í 68. minutti javnaðu teir til 2?2, og í 76. minutti fekk ÍA sigursmálið.
Eftir 14. umfarið er ÍA komið fram á fjórða plássið. Teir hava 20 stig, og tað er framvegis eitt fitt glopp fram til KR, sum er á odda við 27 stigum. Fylkir hevur 26, og FH hevur á triðja plássi 21 stig.
Fram, sum er aftast, vann hesa ferð á heimavølli 2?1 ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum, sum eru á fimta plássi ? eitt stig aftanfyri ÍA.
Valur, sum er næstaftast, hevði vitjan av oddaliðnum, KR, og liðini fingu eitt stig í part. Úrslitið var 1?1. Grindavík hevði vitjan av FH. Tað hevur gingið væl hjá teimum av Hafnafirði, og hesa ferð fóru teir úr Grindavík við 3?1 sigri. Grindavík legði seg á odda, tá ið eitt korter var farið, men gestirnar javnaðu til 1?1, tá ið ein hálvur tími var farin, og tá ið seks minuttir vóru farnir av seinna umfarinum vóru teir frammanfyri 3?1.