Fyri einum mánaði síðani fór føroyski landsliðsspælarin Julian Johnsson, sum í fjør var við til at spæla B36 til FM-heitið, til Noregs, har hann hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Kongsvinger Idrettslag, sum spælir í bestu norsku deildini.
Síðani tá hevur Kongsvinger spælt fleiri venjingardystir sum fyrireiking til norsku landskappingina, ið byrjar um góðar tveir mánaðir, og Julian hevur verið við í teimum øllum.
? Tað hevur gingið ótrúliga væl, haldi eg sjálvur. Eg havi verið við í øllum dystunum, har eg sum oftast havi spælt defensivur miðvallarleikari, sigur Julian Johnsson.
Í Føroyum er Julian mest kendur sum ein spælari, ið er um allan vøllin og ofta heilt frammi í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, men venjarin hjá Kongsvinger, Per Anders Sjøvold, gjørdi greitt beinanvegin, at hann ætlaði at brúka Julian sum defensivan á miðjuni.
? Tað passar mær fínt at renna afturi á miðjuni og vinna bóltar, sigur Julian.
? Norðmenn spæla pressfótbólt, sum vit eisini hava sæð landsliðið hjá teimum gera, og tað hóskar væl til mín, sigur hann og leggur afturat, at hóast hann hevur verið við í øllum venjingardystunum ? teir flestu allar 90 minuttirnar ? so er hørð kapping um plássini.
? Kongsvinger spælir eftir 4-5-1 skipanini við eini væl mannaðari miðju, har av tveir eru offensivir. Higartil havi eg so klárað at trýst hinar av, sigur Julian.
Fekk brotsspark
Um vikuskiftið vann Kongsvinger kappingina Umbro Cup, sum varð spæld í stóru nýggju høllini hjá felagnum. Høllin, sum kostaði 64 milliónir norskar krónur at gera, er spildurnýggj, og har er ein fótbóltsvøllur í vanligari stødd, so liðið kann venja um hesa árstíðina, hóast norski veturin er upp á tað hægsta.
Í Umbro Cup vann Kongsvinger 3-1 móti Brann úr Bergen ? her fekk Julian millum annað eitt brotsspark ? og 2-1 móti svenska liðnum Örebro.
Eisini hevur Julian verið við í venjingardystum móti m.a. Moss (taptu 0-2) og Lillestrøm (1-1), og í eini innandurakapping í Hamburg, har hann gjørdi eitt mál.
Venjarin Per Anders Sjøvold er eisini væl nøgdur við tað, sum Julian hevur avrikað henda fyrsta mánaðin.
Kongsvinger hevur keypt fleiri nýggjar spælarar til hetta kappingarárið, og teir hava allir spælt nógv hesar venjingardystirnir. Venjarin vil sjálvandi royna sínar nýggju spælarar, og sum skilst á norskum bløðum er hann væl nøgdur við innkeypini, ikki minst tað føroyska.
? Hann er væl nøgdur við fysikkin hjá mær og sigur eisini, at tað tekniska ikki er so galið, sum eg sjálvur vil gera tað til, sigur Julian.
Hart arbeiði
Lívið sum yrkisleikari er ikki bara ein dansur á rósum. Tað er hart arbeiði sum alt annað, og tað merkist, at kappingin er hørð, men Julian sigur, at hann er fallin væl til í nýggja umhvørvinum.
? Tað fer sjálvandi altíð at vera onkur, sum hevur onkra keðiliga viðmerking av og á, men tað mást tú bara taka við. Tveir av spælarunum í hópinum eru ikki upp á talufót, men tað er teirra trupulleiki, so leingi tað ikki ávirkar restina av liðnum, sigur Julian, sum hevur hildið nógv saman við áleyparanum Harald Solberg, sum eisini er komin til Kongsvinger í ár.
Norsku bløðini hava eisini verið positiv í sínum ummælum av føroyska fótbóltsspælaranum, og fólk í býnum eru eisini sera positiv, sigur Julian.
Frítíð er ikki nógv av ? ein vika í juni orsakað av HM-endaspælinum, og tríggjar vikur í november, men annars ikki fyrr enn á jólum.
Vónsvikin av
EM-lutakastinum
Julian sigur annars, at hann var eitt sindur vónsvikin av EM-lutakastinum herfyri, sum bólkaðu føroyska landsliðið saman við Kekkia, Skotlandi, Bosnia-Hersegovina, Litavia og Estlandi.
? Eg hevði vónað, at vit fóru at fáa Italia, Týskland ella Noreg. Í staðin fingu vit Skotland og Kekkia, sum vit hava spælt ímóti fyrr.
Julian heldur ikki, at tað er nakar fyrimunur fyri Føroyar at hava spælt móti hesum londunum fyrr.
? Teir hava jú eisini spælt móti okkum fyrr. Teir eru somikið professionellir, at tað kann gera tað sama, sigur hann.
? Hinvegin haldi eg, at møguleikarnir fyri góðum úrslitum eru størri enn nakrantíð. Eitt land sum Estland eiga vit at vinna, og eg haldi eisini, at vit kunnu gera okkurt við Skotland, um vit hava ein góðan dag.