Julian setti orduligt punktum

Landsliðsspælarin í Akranesi skoraði bæði ÍA málini, sum tryggjaðu ÍA sigur á ÍBV og bronsukrónurnar í landskappingini, har Fram enn eina ferð bjargaði sær, hóast teir vóru fyri eyðmýkjandi tapi

ÍSLAND

Julian Johnsson setti rimmar punktum fyri íslendska kappingarárið. Næstsíðsta vikuskifti var hann ikki á liðnum hjá ÍA, tí hann var darvaður av skaða, sum hann hevði fingið í landsdystinum móti Fraklandi. Sunnudagin var hann á ÍA miðvøllinum, tá ið skagamenn tóku ímóti ÍBV. Og Julian gjørdi ein orduligan vørr. Hann skoraði í 1. hálvleiki tvey mál. Í 2. hálvleiki minkaði ÍBV um munin, men málini hjá Juliani bóru heimasigurin við sær.
ÍA fekk bronsukrónur, og ÍBV vann silvurkrónur.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað FH avHafnafirði at vinna meistaraskapin. Í síðsta umfarinum vunnu teir 2-1 á Akureyri ímóti KA, sum noyddist tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Saman við teimum fór Víkingur úr Reykjavík niður í næstbestu deildina. Tað syrgdi Grindavík fyri. Teir javnaðu til 3-3 í síðstu løtu.
Harvið bjargaði Fram sær plássið í bestu deildini, hóast teir vóru fyri eyðmýkjandi tapi á heimavølli ímóti Keflavík, sum vann 6-1. Avrikið hjá føroyska útisetafelagnum varð sagt at vera so ússaligt, at heimasíðani hjá teimum ikki vildi skriva um tað!
Hans Fróði Hansen var í miðverjuni hjá Fram, meðan Fróði Benjaminsen ikki var millum teir fyrstu ellivu. Hann var á beinkinum. Hetta var fimta árið á rað, at Fram fram ímóti kappingarenda bjargaði sær plássið í bestu deildini, eftir at tað mesta partin av árinum hevur sæð heilt illa út.
Fylkir vann 3-1 á KR, sum eftir tvey meistarheiti á rað, ikki hevði nakað serligt kappingarár.
At FH er íslandsmeistari ber við sær, at tað verður í Hafnafirði, at HB í apríl skal spæla ímóti íslendska meistaraliðnum. FM vinnarin og ÍM vinnarin spæla annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum. Í ár var dysturin í Føroyum. Tá vann HB fyrsta føroyska sigurin í sovornum uppgerðum.