Julius er framvegis formaður

Tveir nýggir limir eru í starvsnevndini í FC Suðuroy, ið skipaði seg eftir aðalfundin, sum var ígjár

Í gjár var regluligur aðalfundur í fótbóltsfelagnum FC Suðuroy. Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og Julius Vest Joensen heldur fram sum formaður í starvsnevndini.

Undan aðalfundinum var Niclas Hentze næstformaður. Tað er hann framvegis, og nú er hann eisini skrivari. Eyðbjørn Thomsen er framvegis peningarøkil.

Umframt hesi eru Birni Kjærbech, formaður í fótbóltsdeildini, og Petur Óli Samuelsen, formaður í ungdómsdeildini, í starvsnevndini. Hesir báðir eru nýggir í starvsnevndini.

Úr nevndini fóru í gjár Páll Lervig, Kári Poulsen og Tórgerð í Lágabø.

Í fjør flutti besta liðið hjá FC Suðuroy niður úr bestu og í næstbestu deildina. Takið verður nú at lyfta liðið upp aftur í bestu deildina.

Í ungdómsdeildunum er lagt upp til, at feløgini í Suðuroy fara at samstarva um felags lið.