Høvdið kappað av livandi lambi
Meðan Petur Meinhard Danielsen og familjan í Porkeri vóru norðanfjørðs, hevur onkur verið inni á stykkinum hjá honum og kappað høvdið av einum livandi smálambi
Hvussu kann nakar fáa seg til at gera seg inn á kríatúr?
Henda spurning setir Petur Meinhard Danielsen í Porkeri sær.
Hann fekk sær frí frá arbeiði og fór norður um fjørðin at ferðast í fýra dagar saman við familju og gestum.
Tey komu suður aftur sunnumorgun, og tað fyrsta, hann sá, var, at knarvarnir til eina hurð inn í bilhúsið vóru koyrdir av. Inni sá hann sigarettstubbar, og fleiri høft lógu á gólvinum.
- Her hava óbodnir gestir verið, hugsaði hann við sær.
Tá varnaðist hann ikki, at eitt langt band, sum hann plagdi at leiða seyðin við, var horvið.
Seinnapartin fór hann út at hyggja til seyðin, sum gekk í tveimum stikum oman fyri húsini. Tvey lomb vóru ikki at síggja.
- Tá sá eg, at onkur hevði bundið bandið hjá mær um hálsin á einum lambi, og í hinum endanum var ein gomul plógs, sum bara hevði ligið har, sigur Petur Meinhard Danielsen.
Hann fekk loyst lambið, men hitt lambið var ongastaðni at síggja.
Geislarnir peikaðu út í luftina
Dagin eftir fór hann aftur at leita, og tá sá hann nakað svart liggja í einum horni á øðrum stikinum. Lambið mundi verið sjálvdett, sum ofta hendir, men tá ið hann tók deya lambið up, sá hann, at høvdið var skorið av og hekk fast í eini slintru. Høvdið var skorið, broti og skrætt av. Tríggir geislar peikaðu beint út í luftina.
- So ringdi eg til politiið, og ein politistur kom, men hann segði, at einki var at gera, um eg ikki kundi nevna onkran. Men tað kundi eg ikki, tí eg visti mær ongan óivin og kundi ikki fara at gita.
Hann varnaðist eftir hetta, at ein langur dálkur, sum hann átti, var komin at liggja undir vaskinum. Tá i hann tók knívin úr slíranum, var blóð á blaðnum. Hansara egni knívur varð also brúktur til at drepa lamb hansara við. Eitt seyðband var í slíranum, og hetta segði honum, at tann, sum hevur framt ógerðina, hevði bundið seyðbandið við knívinum um miðjuna.
Petur Meinhard Danielsen er bæði harmur og skelkaður av hesi upplivingini, men hann ætlar sær ikki at gera nakað við at leita eftir gerningsmanninum. Lívið skal ganga víðari, og hann vil ikki skapa ófrið í bygdini.
- Slíkt er ongantíð áður hent her. Sjálvandi doyggja vit ikki í hungri av at missa eitt lamb, men taðå er mátin og framferðarhátturin móti lambinum, sum ger meg illa við. Hvussu kann nakar finna uppá at kappa høvdið av einum livandi lambi? Eg vóni, at eg við hesi frásøgnini kann lata eyguni upp hjá onkrum, sigur Petur Meinhard Danielsen.
***
Strippar í føroyskum klæðum
Føroyska Victoria Wild er strippari í Danmark, men hon hevur altíð havt eina ætlan um at koma til Føroya at strippa í føroyska tjóðarbúnanum. Og tað gjørdi hon so. Hon undirhelt í Deep í Havn, og har kundu fólk uppliva hennara strippshow í føroyska búnanum.
- Tað kann vera, at fólk taka hetta illa upp, men eg síggi einki galið við tí. Hvat er galið við einum flottum, naknum kvinnukroppi í føroyskum klæðum, sigur Victoria Wild.
VB-venjari doyði
Alt steðgaði upp í Vági, tá ið deyðboðini av hondbóltsvenjaranum Aivaras Daugis, sum er ættaður úr Litava, komu. Hann var bert 39 ára gamal, tá ið hann brádliga doyði. Aivaras hevði vant VB-kvinnur í fýra ár, og hann hevði vunnið bæði FM og steypakapping við liðnum. Hann skuldi halda í starvinum í VB, men tað skuldi ikki verða.
- Hann hevur gjørt eitt kanónarbeiði fyri VB, og nógvir av teimum ungu spælarunum kunnu fyri stóran part kunnu takka honum fyri tað, teir duga á vøllinum, sigur Egill Steintórsson, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB.
Kvamm var kongur
G! Festivalurin gekk ikki rættiliga eftir vild. Illveður hóskvøldið hevði við sær, at stóri pallurin á Sandinum ikki kundi takast í brúk á festivalinum í ár. Annar pallur var settur upp, og stóru konsertirnar vórðu fluttar á spæliplássið í Syðrugøtu. Har var serliga konsertin við Nephew minnilig. Simon Kvamm og hansara mans undirhildu stórari áhoyrarfjøld, og lagið var sera gott
Beiskir bitar svølgjast
Tung tøk liggja fyri framman, og truplar avgerðir mugu takast við samráðingarborðið. Men vit koma ikki á mál, um vit bara eru før fyri at vísa á, hvar ikki kann sparast, ella nýggjar inntøkur ikki kunnu fáast, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, millum annað í ólavsøkurøðu sínari.
***
Eydnan er fyri mær, at tú hevur onkran, sum tú kanst deila sorg og gleði við.
Anne Mette Greve Klemensen, prestur
At pendla millum fortíð og nútíð er í veruleikanum at sabotera lívið, sum bara er nú.
Jákup Magnussen, útvarpsmaður