Junior Buss Taxa føroyameistari

Sjáldan hevur FM kappingin fyri lið verið meir jøvn og spennandi enn hesu ferð. Undan finalu-umfarinum høvdu liðini helvtina av stigunum vunnin í innanhýsisdystunum við sær, og har lógu trý av teimum fýra liðunum púra jøvn

Sum úrslitini háttaðu seg í Bridgehúsinum um vikuskiftið, varð heldur einki avgjørt, fyrr enn seinasta spæl var liðugt leikt. Uppgerðin vísti tá, at Junior Buss Taxa liðið við Boga Simonsen, Róa á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen var vorðið føroyameistari við bara einum stigi niður til nr. 2, sum vóru føroyameistararnir frá í fjør, liðið hjá Allan Dal-Christiansen. Triðja pláss fór til liðið úr Eysturoynni, Símin Lassaberg, og liðið hjá Carl Mikkelsen endaði sum nr 4.

Úrslitini frá finaluni:
Símin Lassaberg ? Carl Mikkelsen20-10
Junior Buss Taxa ? A. Dal-Christiansen18-12
A. Dal-Christiansen ? Símin Lassaberg20-10
Carl Mikkelsen ? Junior Buss Taxa05-25
Junior Buss Taxa ? Símin Lassaberg15-15
A. Dal-Christiansen ? Carl Mikkelsen25-05

Endaliga støðan í finaluni:
1. Junior Buss Taxa106
2. Allan Dal-Christiansen105
3. Símin Lassaberg 93,5
4. Carl Mikkelsen 52

Jóna Grunnveit verandi í 1. deild
Í kappingini um at fáa tað seinna uppflytingarplássið til 1. deild komandi kappingarár eydnaðist liðnum hjá Jónu Grunnveit at fara við sigrinum. Við á liðnum hjá Jónu leiktu eisini Henriette Svenstrup, Jógvan Juel Rasmussen, Eyðun Jensen og Pól Joensen. Liðið hjá Jórun Johannesen, sum fyrr í vetur vann 2.deild, hevði longu frammanundan tryggjað sær hitt uppflytingarplássið til 1. deild.

Úrslitini frá upp- og niðurflytingarbólkinum:
Jóna Grunnveit ? Øssur Winthereig14-16
Hanus Bærentsen ? Hans Egil Joensen11-19
Hans Egil Joensen ? Jóna Grunnveit03-25
Øssur Winthereig ? Hanus Bærentsen13-17
Hanus Bærentsen ? Jóna Grunnveit09-21
Hans Egil Joensen ? Øssur Winthereig22-08

Endaliga støðan í upp- og niðurflytingarbólkinum
1. Jóna Grunnveit60
2. Hans Egil Joensen44
3. Hanus Bærentsen37
4. Øssur Winthereig37

Vit skulu her síggja eitt av spølunum, ið spælt var í upp- og niðurflytingarbólkinum.

S/Øll_
_
_
_96
KJ63
-
Q1086532
_
_
_
_QJ8
985
10742
AJ4_
_
_
_4
742
AJ9865
K97
_
_
_
_AK107532
AQ10
KQ3
-

VNES
Eyðun
JensenJógvan Juel
Rasmussen
---2kl
pass3klpass3sp
pass4sppass4ut
pass5klpass6sp
passpasspass

2kl er krav, 3kl er positivt við kleyvara, 4ut spyr eftir essum, og 5kl sigur frá ongum essi.
Tá makkarin einki ess hevði, mátti tað positiva hjá honum vera í onkrum øðrum liti. Tað dámdi Jógani Juel væl, so hann valdi at fara í slemm.
Við trumfi út, fer kontraktin niður, men Vestan valdi at spæla hj9 út. J.J. tók við essinum, trumfaði ein rútara á borðinum, trumfaði ein kleyvara á hondini, trumfaði enn ein rútara og trumfaði síðan enn ein kleyvara. Tá hann nú tók spA og K, sá hann, at har var ein trumftapari. Men kontraktin kundi vinnast, um bara antin kleyvarin ella hjartarin sótu 3-3. Jógvan spældi hj10 til dreingin og trumfaði ein kleyvara. Kleyvarin sat javnt, og Jógvan Juel spældi hjQ til hjK og kundi kasta tann síðsta rútaran uppá tann góðspælda kleyvaran. Nú sat hjartarin eisini 3-3, men J.J. økti um møguleikarnar hjá sær við at spæla uppá kleyvaran eisini. Væl spælt.

Landsliðið til kapping í Týsklandi
Tá EM landsliðini vóru í Danmark fyri nøkrum vikum síðani, vórðu vit boðin til Týsklands við einum liði at taka lut í tí stóru upphitangarkappingini til EM, teir nevna Nationen Cup. Teir, ið fara avstað, verða Jóannes Mouritsen, Heðin Mouritsen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen. Kappingin verður spæld í Bonn mikudagin og hósdagin 8. og 9. mai. Hjá teimum, sum hava hug at fylgja við, hvussu tað gongur í kappingini, ber til at fara inn á heimasíðuna:
www.bridge-club-bonn.de/main/ncup2002/