Tað boðar tjóðartingið frá sambært tíðindastovuni AFP.
– Vit seta hervið seniorgeneralin Min Aung Hlaing sum forseta, sigur tingformaðurin Aung Lin Dwe frá røðarapallinum í tjóðartinginum.
Juntaleiðarin var herleiðarin, sum hevði ábyrgdina av hernaðarkollveltingini í Myanmar í 2021 og syrgdi fyri, at nobelvirðislønarvinnarin Aung San Suu Kyi varð varðhaldsfongslað, og at flokkur hennara varð upploystur.
429 av 584 tinglimum hava atkvøtt fyri Min Aung Hlaing sum nýggjan forseta í Myanmar.
Forsetin skal hava undirtøku frá minst helvtini av tinginum.
/Ritzau/











