Jupiter við svartkjafti

Jupiter er á Fuglafirði við umleið 2450 tonsum av svartkjafti, og Finnur Fríði er komin aftur á fiskileið.

Jupiter er á Fuglafirði við umleið 2450 tonsum av svartkjafti. Í gjár lá skipið við bryggjuna hjá Pelagos og biðaði eftir, at Tummas T var liðugur at landa.

 

Varðin í Gøtu veit at siga, at nógv skip eru á svartkjaftaleiðini sunnalaga í føroyskum sjógvi, og her eru fleiri útlendsk skip enn føroysk. 

 

- Finnur Fríði, sum júst  hevur landað 1.300 tons av svartkjafti á Tvøroyri, var í gjár næstan komin á fiskileið aftur, veit reiðaríið at siga.

 

Viðheftu mynd av Jupiter eigur Varðin í Gøtu.