Jutta vildi at føroyingar skuldu hoyra meira

Fyri 14 árum síðan var bara ein møguleiki, um tú hoyrdi illa og hevði brúk fyri hoyritólum. Tað var almenna skipanin hjá Sjúkrahúsverkinum. Av tí sama var long bíðitíð at sleppa framat, og avmarkað úrval var av hoyritólum. Í dag er alt hetta broytt.

 

 

- Tað, at tólini eru vorðin so smá, framkomin og løtt at brúka, merkir, at vit í dag fokusera meira á tørvin og gerandisdagin hjá brúkaranum enn á sjálvt hoyritólið, sigur Jutta Helgadóttir. 

Almenna skipanin hevði bara skyldu til at veita hoyritól fyri lægst møguligan prís. Eingin almenn ískoytisskipan var, sum vit hava í dag, og tú hevði ongan møguleika at velja meiri framkomin hoyritól, hóast tú vildi gjalda fyri tey.  

Jutta Helgadóttir, sum tá starvaðist sum audiologistur í almennu skipanini, setti sær fyri at gera nakað við hetta avmarkaða tilboðið. Hon vildi bróta burtur úr nýggjum og bjóða føroyingum nakað annað, enn almenna skipanin kundi bjóða. Hon vildi stytta bíðitíðina, víðka úrvalið og lyfta tænastuna á eitt støði, sum modernaði brúkarin av hoyritólum ynskti. 

Tí tók hon stigið og læt upp Hoyrnina, Føroya fyrstu góðkendu privatu hoyriklinikk. 

Tørvurin á einum privatum alternativi var eyðsýndur. Eftir stuttari tíð var bíðitíðin so at siga burtur, og ein almenn ískoytisskipan varð sett á stovn, sum føroyski brúkarin frítt kundi brúka til at keypa sær hoyritól, bæði hjá tí almenna og privata. 

Hoyrnin hevur í dag ment seg til eina framkomna hoyriklinikk við øllum tænastum, tólum og tøkni til hoyrnina. Hesi 14 árini er hugburðurin til hoyritól eisini sera nógv broyttur.  

- Í dag er tað nógv meira náttúrligt at ganga við hoyritólum enn fyrr, tá hoyritól í stóran mun vóru sædd sum klossut hjálpitól til eldri fólk og ikki sum tey smáu og framkomnu tólini, sum í dag hjálpa fólki í øllum aldri til eitt betri arbeiðslív og fólkaheilsu, sigur Jutta Helgadóttir.

 

Alment ella privat 

Í dag kunnu vit velja millum almennu og privatu skipanina, tá vit hava brúk fyri hoyritólum. Almenna skipanin hevur, sambært kunngerðini, skyldu at úflýggja bíligastu tólini, sum ikki mugu kosta meira enn 2.000 krónur í egingjaldi eftir almenna ískoytið. Privata skipanin bjóðar, umframt bíligastu tól fyri 2.000 krónur, harumframt eitt breitt úrval av nýggjastu hoyritólum í øllum prísflokkum, har kundin sjálvur velur, hvørji tól hóska best, og hvussu nógv hann vil gjalda í egingjaldi.

 

##med2##

 

Betri gerandisdagur

- Tað, at tólini eru vorðin so smá, framkomin og løtt at brúka, merkir, at vit í dag fokusera meira á tørvin og gerandisdagin hjá brúkaranum enn á sjálvt hoyritólið, sigur Jutta Helgadóttir. 

Hon vísir á, at áður vóru hoyritól í stóran mun avmarkandi fyri, hvat tú kundi í gerandisdegnum, men í dag er tað í nógv størri mun gerandisdagurin, sum sigur okkum, hvørji hoyritól tú hevur brúk fyri. 

At hoyritólini nú eru so mikið framkomin og kunnu stýrast og stillast júst eftir tørvinum hjá tí einstaka, gevur kundanum eina betri hoyriuppliving og krevur eisini eina betri tænastu frá veitaranum. 

- Fyri at kunna veita hesa tænastu er neyðugt, at vit duga at seta okkum inn í støðuna hjá kundanum og skilja, hvørjar hoyriavbjóðingar hann hevur og ynskir hjálp til. Fyri at gera tað lætt og møguligt at velja røttu loysnina til tørvin, bjóðar Hoyrnin nú hoyritól og tøkni fyri eitt fast mánaðargjald, soleiðis at íløgan verður yvirkomilig hjá øllum, samstundis sum kundin hevur atgongd til allar tænastur og viðlíkahald, sum skulu til fyri at fáa fulla gleði burtur úr hoyritólunum. 

 

"... 80% av kundunum eru væl nøgdir ella sera væl nøgdir við tænastuna hjá Hoyrnini..."

(sambært kundakanning frá desember 2021)

 

- Sum góðkend hoyriklinikk mást tú alla tíðina dagføra tína vitan og tøkniligu útgerðina, so tú livir upp til tey strongu krøvini, ið verða sett okkum. Í næstum verður hoyriklinikkin umbygd og dagførd við nýggjastu tøkni og bestu umstøðum til at bjóða kundunum inn at hoyra meira, sigur Jutta Helgadóttir.  

Eftir umbyggingina verður Hoyrnin ein upplivingardepil innan alt, sum hevur við hoyrn at gera, bæði tá ræður um tól og útgerð og serkøna vegleiðing og ráðgeving. 

 

 

- Tað, at tólini eru vorðin so smá, framkomin og løtt at brúka, merkir, at vit í dag fokusera meira á tørvin og gerandisdagin hjá brúkaranum enn á sjálvt hoyritólið, sigur Jutta Helgadóttir.