KÍ-dysturin fluttur til mikudagin

Dysturin millum KÍ og Zalgiris, sum skuldi spælast seinnapartin í morgin, er nú fluttur til mikudagin klokkan 17, sambært heimasíðuni hjá KÍ.

 

Sum in.fo skrivaði fyrr í dag, strandaði hópurin hjá Zalgiris í Keypmannahavn, tá SAS avlýsti føroyatúrin hjá sær í dag.

 

Reglurnar hjá UEFA siga, at eitt lið hevur skyldu at møta í seinasta lagi 24 tímar áðrenn, at dystur skal byrja, men sum skilst verður hædd tikin fyri, at veður og vindur kann darvað millum annað floglíkindum.

 

Í dag hava KÍ og UEFA so verið á fundi og eru komin ásamt um at flyta dystin til mikudagin klokkan 17, á ovara vølli í Gundadali.

 

Tað hevur ljóðað, at UEFA umhugsaði at flyta dystin á Tórsvøll, tí UEFA-reglar áseta, at dystur ikki kann vera dag um dag á sama leikvølli. B36 skal spæla á ovara vølli hósdagin, og tí ætlaði UEFA at flyta dystin hjá KÍ yvir á Tórsvøll. Hesum hóvaði tó KÍ sera lítið, sum vísti á, at ovari vøllur er heimavøllurin hjá KÍ í evropiskum kappingum.

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur við Norðlýsið, at tíbetur eydnaðist tað at sannføra UEFA um at spæla dystin á ovara vølli kortini.

 

- Tað sá út sum at ein púra óskiljandi avgerð bleiv tveitt omanyvir okkum, og tað skiltu vit als einki av, sigur hann við Norðlýsið.

 

So er bara eftir at síggja, um Zalgiris koma til Føroya í morgin.