KÍ er á veg úr Leirvík við sigri

Einasti málskjúttin í dag hevur higartil í ár verið við í øllum dystunum hjá besta liðnum

Tað var nógvur vindur, og tað regnaði av grimd, tá ið næstbesta liðið hjá Víkingi tíðliga seinnapartin uppi á Brekkum í Leirvík hevði vitjan av toppliðnum í næstbestu deildini, sum er næstbesta liðið hjá KÍ.

 

Úrslitið var 1-0 til KÍ. Málskjútti var Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum sjey minuttir eftir steðgin og eftir nógv aftur og fram setti bóltin í málið.

 

Nógvi vindurin og oysandi regnið darvaðu spælinum nógv. Heimaliðið hevði vindin undan í fyrra hálvleiki, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.

Eftir steðgin gekk nógv tað mesta fyri seg í og kring brotsteigin hjá heimaliðnum, og tá eydnaðist tað KÍ at skora sigursmálið.

Merkisvert er tað, at Óli Eyðsteinsson Poulsen í dag var ein av teimum fremstu á næstbesta KÍ liðnum. Higartil í ár hevur hann verið fastur maður á vongverjanum í vinstru á besta liðnum. Har verður hann ikki í morgin, tá ið besta KÍ liðið fær vitjan av besta liðnum hjá Víkingi.

 

KÍ hevur nú 25 stig, og Víkingur hevur tíggju stig.