H71-KÍF 21-28 (11-12)
Hondbóltur
Tað er kanska ikki so løgið, um kollfirðingar eru av teirri fatan, at tað als ikki hevði verið órættvíst, um okkurt annað lið enn teirra átti niðasta sessin í fremstu mansdeildini.
Í nógvum av dystunum, sum teir hava spælt, hevur tað riðið um snarið, men so at siga hvørja ferð hava teir koritni verið við undirlutan.
Givið upp hava teir tó á ongan hátt, og at teir fyri stuttum fingu enn ein útlendskan leikara til landið, boðar eisini frá, at teir ætla sær annan leiklut enn tann at verða botnlið.
Skiftandi í fyrra
Nýggi leikarin, Ilian Topic, nýtti heldur ikki langa tíð um at prógva, at hann av álvara skal roknast sum ein styrkur hjá kollfirðingum.
Við teimum báðum útlendsku á bakkplássunum hevur KÍF eisini fingið størri breidd í bakspælið, og fyrsta korterið ella so var eisini líkt til, at hetta skuldi gera av við hoyvíkingarnar.
So við og við komu teir á heimaliðnum tó betri við í dystin. Bæði verja og álop hingu væl betri saman, og teir fingu nú rættiliga fatur á kollfirðingum. Fram um megnaðu teir tó ikki at vinna seg, men hetta var einamest einum væl leikandi Óla Kristian Djurhuus í málinum fyri at takka.
Reytt kort hjálpti skeiva liðnum
Seinna hálvleik gekk at kalla javn á alla tíðina. Spælið var kanska ikki so væl skipað, men fáu áskoðararnir í høllini fingu um ikki annað ein sera spennandi dyst at síggja.
Stórur var munurin ongantíð, og spenta støðan gjørdi eisini, at spælararnir løgdu alsamt meira orku í dystin.
Tá einir tíggju minuttir tók ein støða seg upp, sum í roynd og veru avgjørdi dystin. Ein skuldi kanska hildið, at eitt reytt kort til KÍF skuldi givið heimaliðnum fyrimun, men heldur varð tað øvugt.
Hetta hendi, tá Kristjan Madsen varð ov seinur eftir Halli Danielsen. Úrslitið varð reytt kort til Kristjan, men hendingin østi samstundis Halgir somikið nógv, at hann samstundis noyddist tveir minuttir á beinkin.
Næstu løtuna gjørdu kollfirðingar trý mál á rað, og tá so Stefan Dorofte eisini varð útvístur fyri heldur óneyðugt at toga í mótleikara, var tað sum um korthúsið hjá hoyvíkingum datt saman. Hóast eisini kollfirðingar fingu tvær útvísingar, so noyddust hoyvíkingar nú at forserað í álopsspælinum, og uttan stórvegis hóvasták kundu gestirnir gera sær dælt og avgera dystin.
Allir dystir telja
Við sigrinum sluppu kollfirðingar nærri hinum liðunum í botnstríðnum, men umframt hetta, lætti hann helst eisini um sálarliga trýstið á kollfirðingarnar.
Meira enn ta einu ferðina hava teir verið sera óhepnir ikki at fáa stig, men ein slíkur dystur kann ikki annað enn styrkja teir í trúnni um, at við við málrættaðum arbeiði ber til at koma burtur av aftasta sessinum.
Hoyvíkingar mistu hinvegin eitt gott høvi til at nærkast onkrum av fremru liðunum.
Tað hava annars verið fleiri tekin um, at tað kanska fór at eydnast teimum at blanda seg, men skal tað gerast veruleiki, er neyðugt, at leikararnir í nógv størri mun standa saman. Ikki bert tá tað er okkurt av ovaru liðunum, sum stendur hinu megin miðlinjuna, men so sanniliga eisini tá lægru støddu kappingarneytarnir skulu basast.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Anfinn N. Debess 5, Halgir Dahl Olesen 4, Hallur Danielsen 3, Johnny Duurhuus 2, Janus Joensen 2, Rene Dahl Olesen 2, Stefan Dorofte 2, Tróndur Vatnhamar 1
KÍF: Iljan Topic 9, Dorica Tomic 7(3), Vagnur Johannesen 4, Petur Martin Johansen 3, Kistjan Madsen 2, Jákup Dam 2, Fríðrik Joensen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 4
Útvísingar: H71 5, KÍF 4
Diskvalifikatión: KÍF 1 (Beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Dugdu væl at halda linjuna ígjøgnum dystin, og komu yvir høvur væl frá uppgávuni.