Kollfirðingar gjørdu akkurát tað, teir skuldu gera, tá teir dystaðust við H71 í dag. Dysturin endaði 22-21 til KÍF, sum sostatt framvegis hevur varðveitt vónina um at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð.
Kollfirðingar vóru eisini fagnaðir, sum vunnu teir føroyameistaraheitið, men hetta verður ikki avgjørt fyrr enn í dystinum í morgin, tá triðja finalan verður spæld. H71 vann fyrsta dystin, KÍF næsta dystin í dag og so skal slagið standa í morgin.
Málverjin Óla Kristian Djurhuus var ein av heilt stóru orsøkunum til, at KÍF vann dystin, tí við nøkrum megnarbjargingum móti dystarenda, helt hann kollfirðingum inni í dystinum.