Við silvurinum í Effodeildini í fjør hevur KÍ tryggjað sær luttøku í undankappingini til Europa League í ár, men heimadystirnir verða ikki eins og undanfarin ár spældir á Svangaskarði.
Norðlýsið skrivar, at KÍ hevur tikið avgerð um at spæla sínar evropeisku undankappingardystir í ár á Ovara Vølli í Gundadali.
- Vit hava viðgjørt hetta gjølla og vigað fyrimunir og vansar. Vit hava mett, at hetta er okkara besta val. Eitt er, at vøllurin er tann minsti av teimum trimum (Ovari vøllur í Gundadali, Tórsvøllur og Svangaskarð), ið eru møguligir at leika á. Nakað annað er, at vit trívast og avrika væl á ovara vølli í Gundadali, og so er rammurnar annars eisini góðar á ovara vølli til ein slíkan dyst, sigur KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, við Norðlýsið.
Blaðmaður ósamdur
John William Joensen, blaðmaður og KÍ-ari, er rúkandi ósamdur í avgerðini hjá KÍ um at spæla sínar heimadystir í Gundadali. Tað skrivar hann í egnari grein á nordlysid.fo í dag.
- At KÍ trívast best í Gundadali er tað reina vrøvl. KÍ hevur eina sál, ein identitet, sum er sprottin úr siðvenjum, sum hava røtur heilt aftur til fyrstu tíðina tá byrjað var við bóltspølum millum Klakk og Kjøl. Hetta er ikki nakað man kann røra við ella broyta, sum ein sjálvur finnur fyri best, skrivar hann og heldur fram:
- Tað tykist mær, sum at avgerðin er tikin av KÍ venjaranum einsamøllum og eg skilji eisini væl at hann ”trívist betur” í Gundadali, sum hevur verið karmur um fótbólts yrkisleiðina hjá honum.
- Eg ynski sjálvandi KÍ-leikarum, leiðslu og venjara alt tað best, men eg haldi at avgerðin er skeiv og sera óheppin fyri KÍ, skrivar John William Joensen at enda.
Lutakastið til Europa League verður 19. juni. Fyrri dysturin verður spældur 29. juni, meðan tann seinni verður spældur 6. juli.