KÍF tekur liðið úr 1. deild

Hondbóltur: Kollfirðingar taka avleiðingarnar av, at mannfallið síðani kappingina í fjør hevur verið ov nógv til, at teir fáa mannað lið

Tað er ein vika, til hondbóltslandskappingin byrjar, men í løtuni bendir nógv á, at kappingin hjá monnunum verður »oyðiløgd«, longu áðrenn hon er farin í gongd.

Sjey lið skulu vera við í kappingini í ár, og ætlanin er, at næsta ár skulu tey vera átta. Men sum tað sær út í løtuni, verða tað kortini ikki meira enn seks lið í kappingini hjá monnum. KÍF úr Kollafirði fær helst ikki mannað liðið og noyðist tí at taka seg úr kappingini.

? Støðan er somikið ring, at vit ikki síggja nakran veruligan møguleika fyri at kunna manna liðið, sigur Kári Árting, sum er formaður í KÍF.

? Vit hava havt trupult við at fáa nakran venjara, og fleiri av spælarunum, sum vóru við í fjør, eru falnir frá í ár, sigur formaðurin.

Hann sigur, at við at taka seg úr kappingini flytir KÍF niður í 3. deild, og tað heldur hann vera spell, tí teir spælararnir, sum eru, eru betri enn til tað.

? Tað nyttar bara einki, tá vit hava so fáar spælarar, at vit kanska fáa mannað liðið til eini tveir dystir og so ikki kunnu mannað tað seinni. Tað skal bert ein skaði til, so verður galið, sigur Kári Árting.


Trupult at lokka spælarar til

Petur Martin Johannesen er formaður í hondbóltsdeildini hjá KÍF ? sum umframt hondbólt eisini hevur kappróður, flogbólt og dart á skránni ? og hann harmast eisini um, at hondbóltsliðið allarhelst noyðist at taka seg úr kappingini.

? Tað er óluksáliga spell, sigur hann.

? Satt at siga havi eg ikki tosað við nevndina seinastu dagarnar, so eg veit ikki rættiliga, hvussu landið liggur júst nú, men um tað verður til tað, at vit noyðast at taka okkum úr kappingini, verður tað eitt stórt afturstig fyri felagið.

Eins og Kári Árting vísir Petur Martin Johannesen á tað óhepna í, at felagið ikki hevur sína egnu ítróttarhøll.

? Vit hava brúkt høllina á Skála til venjing og til dystir og hava seinastu árini eisini vant í høllini í Vestmanna. Tað sigur seg sjálvt, at nógv tíð fer við koyring til og frá, og tað er ikki nakað, sum í hesum døgum lokkar spælarar til, sigur hann.

Petur Martin sigur, at spælararnir, sum eru nú, eru teir somu sum spældu á fyrstaliðnum fyri 15 árum síðani, tá KÍF flutti upp í 1. deild, og tað er óheppið.

? Fyri tíggju árum síðani bar tað til at fáa spælarar aðrastaðni frá, men tað er ikki so lætt longur, sigur hann.


Venjarin hvarv

Sum nevnt er ein vika, til landskappingin byrjar, og enn hevur tað ikki eydnast KÍF at fáa nakran venjara.

? Tað hava verið nógvir trupulleikar av venjaraspurninginum. Vit fóru longu í vár undir at útvega venjara til komandi kappingarár, men tað hevur gingið sera striltið. Fyri eitt so lítið felag sum okkara er tað ikki nóg mikið, at maðurin er venjari. Hann má vera spælari eisini, tí sum nú er, er eingin breidd á liðnum, og tað gevur avmarkingar beinanvegin, sigur Petur Martin Johannesen.

Hann sigur, at felagið fyrr í ár hevði samband við ein ungarskan venjara, men knappliga bleiv tað ógjørligt at fáa fatur á honum, og eingin visti, hvat var blivið av honum.

KÍF noyðist tí ivaleyst at taka seg úr kappingini, og ivasamt er, hvat so hendir. Liðið noyðist helst niður í 3. deild, og formaðurin Kári Árting ásannar, at tað so aftur kann føra við sær, at teir spælararnir, sum eru eftir, eisini rýma til onnur feløg. Bæði Kári Árting og Petur Martin Johannesen halda tó, at tað ikki sær heilt so svart út hjá KÍF. Tað eru fleiri evnaríkir spælarar á liðnum hjá dreingjum 16 ár og dreingjum 14 ár, og so ræður um hjá kollfirðingum at halda hesum ungu monnunum til, so vaksnamannadeildin eisini kann fáa gleði av teimum um nøkur ár.