HONDBÓLTUR
Fyrstu løtuna tóktust hoyvíkingarnir sera uppsettir, meðan KÍF ikki kom so væl í gongd. Eftir eini lítlari løtu hevði H71 lagt seg á odda 2-4 við góðum og skjótum spæli, men so vaknaðu kollfirðingarnir. Teir fingu fýra mál á rað, og so var tað knappliga KÍF, sum lá á odda. Eftir hetta fylgdust liðini eina løtu, og tá 17 minuttir vóru farnir skoraði H71 til støðuna 10-9, men so tók KÍF yvir. Næstu 5 minuttirnar fingu kollfirðingarnir fýra mál á rað, og nú var munurin heili fimm mál á liðunum. Restina av hálvleikinum skiftust liðini um at skora mál, men KÍF var liðið, sum var oman á í frra hálvleiki.
Tá dómararnir bríkslaðu til hálvleiks førdi KÍF 19-13, og serliga ein leikari hjá KÍF vísti veruligan klassa í fyrra hálvleiki. Damir Oros fekk heili 8 mál í fyrra hálvleiki, so hálvleiksleiðslan hjá KÍF var ikki minst honm at takka. Eisini Zeljco Iotic í KÍF-málinum, sum spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið spældi væl.
H71 royndi at kempa
Í byrjanini av seinna hálvleiki var gongdin á leið tann sama, sum í fyrra hálvleiki. Liðini vóru sera jøvn, og fyrstu løtuna skiftust tey um at skora. Tá góðir 15 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki kom eitt sindur av lív í fólki. Tá minkaði H71 nevniliga um munin niður í 26-22, samstundis sum KÍF hevði ein mann útvístan. Hesa løtuna tók Karl Johan Djurhuus, sum ikki hevur spælt síðstu tveir dystirnar fyri KÍF vegna skaða, tó ábyrgd. Hann fekk 2 mál, meðan kollfirðingar vóru í undirtali, og við hesum málunum megnaðu hann og KÍF at halda munin niður til H71, soleiðis at fimm mál enn vóru á muni, tá KÍF bleiv fullmannað aftur.
Eftir hetta hevði KÍF tamarhald á dystinum, og sjálvt um H71 royndi at toga inn á KÍF, so tóktist hetta ikki hjálpa tað stóra.
Síðstu løtuna fylgdust liðini aftur, og at enda vann KÍF ein tryggan og uppibornan 36-30 sigur á H71. Hoyvíkingarnir vístu tó góðan vilja í seinna hálvleiki, og høvdu teir ikki havt ein so keðiligan fyrra hálvleik, so kundu teir kanska hótt KÍF í seinna hálvleiki.
KÍF á rættari kós
Hjá KÍF spældi Gert Hansen ótrúliga væl í seinna hálvleiki. Hann gjørdist eisini toppskjútti við 11 málum, og við sigrinum nærkast KÍF nú ovaru liðunum, samstundis sum teir leggja sjógv niður til H71 og Kyndil í botninum.
Gongdin hevur verið góð hjá kollfirðingunum síðstu dystirnar, og um teir halda fast um hesa gongdina, so er ikki óhugsandi, at teir kunnu spæla við um medaljur seinni í ár.
Fakta um dystin
KÍF-H71 36-30 (19-13)
Málskjúttar
KÍF: Gert Hansen 11, Damir Oros 10 (2), Rógvi Weyhe 5, Karl Johan Djurhuus 4, Arnbjørn Hansen 3, Teitur Joensen 2, Niklas Reginsson 1 (1)
H71: Niels Viggo Niclassen 7 (4), Tróndur Vatnhamar 6, Esbern Patursson 4, Poul Kjartan Dam 4, Gunnar Bláberg 4, Dánjal Tórgarð 3, Olaf Vesturgarð 1, Janus Sørensen 1
Brotskøst: KÍF 3, H71 6
Útvísingar: KÍF 6, H71 6