KÍ legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá ið Paul Clapson var hægstur eftir hornaspark. KÍ var eisini betra liðið í fyrra hálvleiki, og um teir høvdu hepnið við sær, so kundu teir verið á odda enn meir. Hálvleiksstøðan var tó 1-0 til KÍ, og tí var spenningurin enn í luftini.
Í seinna hálvleiki royndi NSÍ at flyta spæið longur fra á vøllin, og teir høvdu eisini onkrar málmøguleikar, sum tó ikki góvu úrslit. Seint í dystinum eydnaðist so KÍ at fáa sigursmálið, tá ið Paul Clapson enn einaferð var uppá spæl. Sum skilst úr Klaksvík, so var 2-0 sigurin fult uppiborin, og Paul Clapson var dagsins maður við tveimum málum.
KÍ-NSÍ 2-0
1-0 Paul Clapson
2-0 Paul Clapson