Leirvíkingurin, Kristian í Vági, fer í ár at umboða KÍ. Evnaríki framherjin hevur skrivað ein eitt-ára sáttmála við KÍ. Kristian í Vági hevur ikki gjørt so nógv við fótbóltin seinastu árini, men hevur avgjørt at royna seg í fremstu deildini í ár. Umframt fótbólt, so hevur Kristian fingist nógv við tónleik, har hann er limur í Eysturoyar bólkinum Flux.
Kristian hevur nakrar U-18 landsdystir á baki, og síðst í níti árinum var hann ein av stuðulsleikarunum á LÍF-liðnum, sum tvey ár á rað endaði á øðrum plássi í 2.deild. Spennandi verður at fylgja við, hvussu nýggi KÍ-leikarin fer at standa seg í fremstu deildini í ár.